Skip to main content

38 menn og 5 kvinnur


38 menn og 5 kvinnur. Soleiðis er støðan á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Tá havi eg talt allar persónsmyndir við, bara ikki hana frá Mentarnáttini í Kringvarpinum, sum varð ov trupul at telja. Fólkatingsvalið er av og fleiri hava ivaleyst heft seg við allar formenninar, ið eru sum orðið sigur, menn. Skemtiligt nokk, er Beinta Løwe einasta kvinna á ovasta bílætinum millum allar føroysku floksformenninar. Og so gongur tað slag í slag á heimasíðuni. Menn og menn og aftur menn. Tilsamans áttaogtretivu av slagnum. Bara fimm kvinnur órógva teimum maktsirklarnar og fotolinsurnar. Tað er danska Helle, sum gevur upp, tað er danska Hanne-Louise, sum sigur frá um performance studies, tað er Jancy, sum stovnar pensjonistafelag á Toftum, og ein vøkur men ónevnd hárfríðkanarmodell hjá Evoke umborð á Draganum. 5-38 er støðan í hesum kappingartíðum. Tað er líkasum ikki gott. Ikki nær námindi nøktandi. Tað er so komiskt, at eg veit ikki um eg skal flenna ella grát. Men ikki sleppi eg uttan um, at hetta er kynsspegilin, sum almannavarpið heldur upp fyri mær beint nú. 5-38. Lítil uggi, at vindmylla er kvennkyn. Men gott vikuskifti m/k!