Skip to main content

At finna sín innara veljara


Fyri hvørt val í einum framkomnum landi, gevur teldutøknin okkum nýggjar møguleikari fyri vitan og undirhaldi, infotainment. Nýggjasta dillan í Danmark er at finna tín innara veljara. Avísin Informatión tekur saman tey svar tú gevur, og vísir hvønn flokk, tú ert mest samdur við. Politiken vil eisini seta teg í politiskan bás eftir mentanarfatan. Í hesum føri endaði eg hjá SF sum kulturellur fólkasosialistur.



Danmarks Radio fer eftir tínari adressu og finnur tey uppstillaðu valevni, ið tú ert mest samdur við og tey, sum tú ert mest ósamdur við. Í hesum føri segði eg meg búgva á postnummarinum 2300 á Amager. Um verandi føroysku luttøkuna á Fólkatingi havi eg einki at siga um. Sum er, er hon í besta føri pínlig. Men Tjóðveldi gevur í minsta lagi eitt boð uppá eina møguliga broyting í so máta.


Persónliga veljaraurslitið er annan vegin stuttligt, og hinvegin sjálvreflekterandi, tí í tveimum av førunum verði eg vístur til Enhedslisten. Og ta einu ferðina, eg veruliga havi verið á fólkatingsvali í Danmark, tá valdi eg fremsta mann hjá sama flokki, ið eg fekk høvi at fotografera, tá eg møtti honum á einum góðum fundi fyri 10 árum síðani. So kanska er tað nakað um tað. Mín innari fólkatingsveljari eitur Enhedslisten. So vita vit tað. Men hvør er tín? Royn teg við at klikkja á slóðirnar á myndunum omanfyri.



Og hetta við at taka lut í kjaki á sosialu miðlunum og svara persónligum spurnarkanningum, er kanska at fara yvir um mark, hvat privatlívi, privacy, viðvíkur. Allur tær stuttligu funkurnar fáa okkum at broyta fatanina av, hvat er hóskiligt at deila við onnur. Alt er eitt stórt spæl. Tað heldur í hvussu er Edward Snowden, sum er aktuellur í filminum Citizenfour, og 21. mai tók lut í kjaki, har hann sigur hesi hugvekjandi orð um tælufrælsi og rættin til privatlív: