Skip to main content

At siga søgur


Heiðurplássið undir yvirskriftini 'at siga søgur', fær Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum. Hugsunarsamur er hann avmyndaður úti í Oyrum, eftir at hava siglt við heimajørdu tvíkiljuni Lakeside um vatnið, sum hevur tvey nøvn, Leitisvatn og Sørvágsvatn. Vit eru útferð úr Námi vesturi í Vágum at hitta tríggjar storytellers, søgusigarar av Guds náði. Her er hin fyrsti.


Tað ar Sámal Bláhamar, sum í góðveðrinum koyrir eftir Oyggj, at siga okkum frá tí, sum hann fortelur fyri ferðafólki. Millum allar tær væltrimmaðu søgurnar, sum visuelt passa í lendið uppá sekundið, sigur hann seg bara vera undirtekstara í stóru sjónvarpssendingini, sum eitir Føroyar. So væl plaseraðan setning havi eg ikki hoyrt í ferðafólkabussi áður. Eg seti bara undirtekst á! Og so steðgar Sámal á Norðradalsskari til felagsmynd, har eg upp móti mjørkanum bara fái Regin og Gundur uppá. Gundur fer til Noregs í september og ivaleyst gevur hann Regini nøkur góða ráð um FirstClass, teldur og skúla.


So koma vit til gamla arbeiðsplássið hjá Regini, modernaða skúlan á Giljanesi, sum fyrr æt Miðvágs-Sandavágs skúli. Vit seta summarskógvarnar og traðka á Føroyakortið.


Eli Smith hevur myndprýtt savnandi miðhøllina við staðbundnum myndaevnum úr tilfari, sum hann hevur funnið í fjarum londum úr Kina í eysturi til Grønlands í vesturi.


Skúlastjórin, Annbritt Toftegaard, er í barnsburðarfarloyvi, so varaskúlastjórin, Finnur Joen-Jacobsen, tekur ímóti. Her er hann fyri endanum á borðinum í funktionella og ljóðrætta fundarrúminum í nýggja skúlanum, sum niðaneftir hevur gott samband við lendið.


Í køkinum bjóða tey kaffi og køku, og greiddu frá um skúlan, møblar, amboð og ikki minst ljóðviðurskifti, sum nógv er gjørt burturúr. Kanska skuldu allir skúlastjórar veri trummusláarar, so fingu arkitekar og skúlastýrislimir áhuga fyri ljóði, har nógv fólk koma og fara.


Og mín sann, um ikki Petur Pólson situr har í horninum við kaffikrússi frá fleirtjóða fyritøkuni Shell. Gott at síggja teg aftur, Gøtufrændi, nú sólin aftur er til.


Umframt at nýggi skúlin er ljósur og opin, við hurðum úr floksstovunum og beint út á bøin, og kunningarskíggjum alla staðni, so eru gongir og skúlagarður funktionell øki og gjørd til næmingar - í øllum alduri. Her er klatriveggurin til klintarar og klúgvarar í Námi. Lukkutíð er hann ikki hægri í dag.


Søgutráðurin heldur fram á Krígssavninum, har Karl Jóhan Nielsen greiðir frá, ljóslivandi og tendraður. Má siga, at eg undraðist ikki sørt, at inngongdin var við síðuna av Bónushandlinum, men tað gloymdi eg alt um, tá eg kom innum. Bara inngongdin er sum at stíga niður í ein kavbát.


Við undirtekstinum hjá Sámali Bláhamar í huga, vil eg mæla øllum til at lurta eftir frásøgumanninum. Tú verður fluttur í aðra tíð, men ert á staðnum, her í oynni, har fleiri enn 10.000 bretskir hermenn vóru undir krígnum, minst 6.000 í senn.


Oyggin var avbyrgd og tú skuldi hava pass at sleppa inn og út. Her er eitt sonevnt fliðupass, sum er skrivað í Vestmanna og galdandi í ein mánað, so Hans í Kollinum i Kvívik kann stinga fliðu undir skipaðum viðurskiftum.


Nógv børn í oynni blivu faðirleys, tá skipini, ið páparnir vóru við, vórðu skotin av týskinum og sukku. Tí tóku bresku hermenninir stig til at gera eitt barnaheim, Children's Home, í Miðvági. Men sum Karl Jóhan so intenst og nemandi greiddi frá: Familjurnar í Vágum stóðu so tætt saman, at ikki varð brúk fyri tí. Har kom einki barn. Men eftir stendur skeltið og hvørjir teir vóru, sum gjørdu tað.


Ratiónsmerki og bretsk tíðarrit frá Kanska-landinum, The Land of Maybe, eru eisini til skjals á spennandi Krígssavninum við stuttligu webadressuni ww2.fo


Ein málningur hjá Jógvani Waagstein frá 1945 hongur eisini á savninum. Undir toruskíggi á luftini, sum líkist einum týskum bumbuflogfari, sæst, hvussu Skansin hjá øllum Føroyum, sum Havnin og Heðin hava í varðveitslu, sá út undir krígnum. Waagstein, sum doyði fýra ár seinni, hevur verið 66 ára gamal tá hann málaði Skansan við bretskum flaggi.


Í summarhitanum uttanfyri bjóðar innløgumaðurin Sigfríður ein snaps úr kili, ikki landinum, men plantuni. Smakkurin er hvassari enn mildi liturin.


So fara vit niðan á vatnið við tveimum nøvnum, tá vit ikki telja tað triðja uppí, tá tey lokalu bara siga Vatnið.


Á flúgvarabedingini taka Ólavur Poulsen og dótturin ímóti umborð á Lakeside, íð er navnið, sum bretska hersetingarvaldið gav heimbygdini, Vatnsoyrum, undir krígnum. Tvíkiljan er ein flaki úr alivinnuni í 1990'unum, improviserað við einum kampingvogni aftan og havastovu framman. Við hesum sjáldsama fari hevur Ólavur siglt 1200 túrar við 12.000 fólkum. Hvør túrur á Vatninum varar 3 tímar netto, og 85% av teim ferðandi eru føroyingar, sigur Ólavur og stýrir í við el-kontaktini, meðan dótturin borðreiðir.


So raka vit við land. Vit eru við Bøsdalafoss úti í Oyrum og Ólavur leggur lúnningina út av gronini og inn á land. Eyðkenda fjalsstavin hevur hann við í land.


Her er gott og trygt at ganga í góðveðrinum, siga tey bæði Sigrid og Sámal, sum her koma í land.


Lendið er spennandi. Umframt teir risastóru steinar, sum brimið kastar runt, eins og á Umvarpinum niðri á Møl á Eiði, so síggjast sprungur og foyrur eftir ísi. Ein grafiskur gandaverkstaður.


Sum vit hoyrdu í Útvarpssendingunum hjá Jógvani Arge, er Ólavur av bestu frásøgumonnum. Her sæst hann á helluni millum bátin og fossin.


Millum søgurnar avdúkar Ólavur ein brennandi áhuga fyri umhvørvinum. Her eru tað skónir, sum fólk taka við sær heim og opnað sárið stendur eftir á steininum. Í hundrað ár ella meir. Tað dámar ikki Ólavi. Náttúran skal virðast, hvussu vit so brúka hana, sigur hann, meðan Pól hyggur og metur um tíðina, skónin hevur at vaksa aftur.


Komin niðaná síggja vit eina tað vakrastu og sermerktastu sjón í landinum - Geituskoradrangur. Longst burturi hóma vit Mykines.


Hetta er so sjáldsamt, at her má ein sjálvsa takast, siga tær tríggjar Lis, Søs og Gunvá við froðandi Vágahavinum í baksýni.


So ganga vit heim í hagan og njóta sýnið og friðin. Her ber til at tjalda, um tit fara væl um, sigur Ólavur.


Einasti ófriður er úr luftini. Tá hugsi eg ikki um kriandi ternur og klippandi tjøldur, men buldrandi Airbussin, sum lívgar oynna so væl.


Friðurin í hesi útistovu er eins fantastiskur og sýnið. Her situr Sólvá og kannar kalendaran.


So eru stundir at loysa av Oyruni. Sámal og Ólavur skifta orð um webkamera og framtíðarætlanir.


Í Miðvági steðga vit á við Hýsisá, at lesa Mikkjal á Ryggi. Fyri 75 árum síðani skrivaði hann Miðvinga Søgu, ið er Føroya elsta bygdasøga. Men longu í 1909 risti hann tvey ørindi í helluna í ánni, sum samstundis enda okkara starvsfólkaútferð:

Vatnið vinnur harða hellu
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.

Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.