Skip to main content

Eitt Landsbyrsufelag

birkblog eitt byrsufelag

Í USA hava tey eitt Landsbyrsufelag, National Rifle Association. Tekningin omanfyri er ikki nýggj, men altíð aktuell. Var tað ikki tí, at ein amerikanskur prædikumaður júst hevur hildið morgunandakt saman við teimum í byrsufelagnum, so hevði eg ikki skonkti tí ein tanka. Men nú minti hann meg á tað. Beint sum ein skottilburður aftur var, hesuferð í móti eini kirkju, har svørt tilbiðja teirra Gud. Men Hollywood skuldi fáa skyldina fyri kúlurnar.

Skotvápn verða har í landinum mett sum fremsta persónliga trygd, staðfest í grundlóg, at hava undir koddanum, tá tú heldur, at samfelagsskipanin ridlar. Tað halda nógv. Tí síggja tey armageddon fyri sær á hvørjum horni. Fyri teirra eygum er samfelagið ein spreingiknøttur, sum hvønn morgun kann bresta í einum harðskapsloga. Spurningurin er bara hvar og hvussu. Tí er best at vera á varðhaldi, og dubba seg til henda ytsta vreiðisdag, Dies irae, heilt frá abort til hjúnarlag millum fólk av sama kyni. Religiøst-politiska bindingin er ikki nýggj í USA. Ringasta dømi í nýggjari tíð er Jim Jones (1931-1978), ið leiddi samkomuna Fólksins Tempul út av eggini.

Henda amerikanska ræðsla fyri endatíðini er serliga væl lýst í meistarliga filminum Fugl Fønix (1984) eftir danska Jon Bang Carlsen. Við bleiktrandi flaggi, sum tú svørjir trygdareið, í baksýni, og eini tjóðskaparmynd, ið sýgur seg inn á teg og títt egna húski undir orðunum eg og hús mítt vilja tæna Harranum, verður myndin tøtt og ræðandi. Ikki til at sleppa av við. Eftir at hava verið í Vjetnam og sæð djevulseygað, meina limirnir í byrsufelagnum tað veruliga. Tí er ikki løgið at síggja tílík tilboð í amerikansku mótabløðunum beint nú:
The Texas Edition of the Stainless II is a 500 unit, Limited Edition model that has numerous unique features. A specialized serial range starting with the prefix TXE denotes it as a Texas Edition pistol. The pistol also sports high polished flats on the slide and frame to complement the western leaf and scroll engraving with saw tooth border on the slide. Like the Classic Engraved Edition of the Stainless II, the Texas Edition's mainspring housing has an engraving pattern that matches the slide and frame. In addition, the 1835 motto, “Come and Take It” appears on the left bonded ivory grip panel, and the great State of Texas with the state flag is on the right panel. Price: $1,633

birkblog eitt byrsufelag

Í Evropa hava vit, fyrst og fremst í fraktiónum í Týsklandi og brigadum í Italia, eina kalligari og kanska meiri intelektuella tilgongd til somu viðurskifti. Endin er tó hin sami, skot og deyði. Men fyrst og fremst ræðsla. Í intelektuellum vildfárilsi at spæla Gud eina løtu.

Skúlaárið 1977-78 í Keypmannahavn byrjaði við bumbum. Eingin visti hví, men øll hoyrdu buldrið. Hurðar á telfonboksum vórðu tiknar av, tí tær kundu fáa bumbuna at bresta. Heimliga ræðslan hevði fingið andlit – einki. Handan alt hetta stóra einki vóru tú og eg, allir medborgarar í okkara samfelagnum. Nær og hvar fór næsta bumba at bresta? Tá skúlaárið rann út, kom fram, at bumbumaðurin var ein fyrimyndarligur 19 ára gamal studentaskúlanæmingur á Gladsaxe Gymnasium. Hann fekk fimm ára fongsulsdóm, men varð skjótt latin leysur, og gjørdist verkfrøðingur, giftist, fekk børn, men hevði veikt hjarta og doyði 38 ára gamal í 1997.

Eftir stendur, at tað árið, hann varð dømdur og koyrdur í fongsul, skrivaði ein av fremstu donsku rockyrkjarum, C.V. Jørgensen, henda tíðarleysa sang:
Målløse Mortensens præmiesøn fik altid trettentallet i kemi/ for en selvstændig men også noget rutinepræget præstation/ der sku’ bli’ basis for den obskure hjemmeindustri/ hvis interesser nu varetages fra kælderen i en forstadsbungalow/ hvor junior sidder dødsens bleg & måneskinsarbejder/ som en afsporet teenager på små uhyrligheder/ sådan bare for sjov.
Sidder på en bombe i et S-tog & drømmer mig tilbage til dengang i de ligeglade tressere hvor blomster var symboler på de samme ting som bomber er i dag
(CV Jørgensen Senior & søn av plátuni Solgt til stanglakrids, 1979)
Hvør hevði skuldina? Filmar úr Hollywood? Ikki veit eg, men ein amerikanskur prædikumaður, sum júst hevur vitjað her, ja tað er hann sum biðjur morgunbøn við amerikanska byrsufelagnum, sigur at Hollywood hevur skuldina.

Eg skilji hann væl. Hann vil hava alt at hava eina orsøk. Kunnu vit ikki benda alt í okkara persónliga lívi á eina orsøk, so gerast vit heilavill. Alt skal hava eina orsøk.

Men eg eri ikki samdur við honum í, at fiktiva Hollywood er orsøkin til veruligar skottilborðir í amerikanska samfelagnum. Í 1984 vórðu 3000 kanningar hildnar saman og eingin teirra kundi undirbyggja henda pástand. Gamaní var einki internet til tá og heldur ikki telduspøl.

Um túsundáraskiftið gav sangarin Marilyn Manson út eina fløgu Holy Wood (In the Shadow of the Valley of Death) og fór á konsertferðina Guns, God and Government Tour. Henda opinlýsa provokatión rakti meint og elvdi til boycott og mótsøðu, serliga frá prædikumonnum. Tí segði Marilyn Manson soleiðis við bretska tónleikablaðið New Musical Express, sum brúkti yvirskriftina Manson to lead Bible studies class:
I am truly amazed that after all this time, religious groups still need to attack entertainment and use these tragedies as a pitiful excuse for their own self-serving publicity. In response to their protests, I will provide a show where I balance my songs with a wholesome Bible reading. This way, fans will not only hear my so-called, 'violent' point of view, but we can also examine the virtues of wonderful 'Christian' stories of disease, murder, adultery, suicide and child sacrifice. Now that seems like 'entertainment' to me. (Marilyn Manson í NMExpress 13. mai 2001) 
Eg dugi ikki at síggja at eitt Landsbyrsufelag tryggjar rættin hjá einum fólki at vera til, og at ein prædikumaður hevur nakað at gera hjá einum tílíkum felag. Og tey, sum ikki tíma at lurta eftir mær, kunnu lurta eftir pávanum: