18.6.15

Er fólkatingsvalið ein kanáriufuglur?


Valdagurin byrjaði við útvarpsútpurring, har valnevndarformaðurin í Elduvík segði, at tey, sum í dag ikki avgreiddu teirra borgarligu skyldu at fara á fólkatingsval, tey høvdu ongan rætt at brokka seg um fólkatingið í tey fýra ár, sum nú koma. Greitt sjónarmið, sum fekk meg at brúka valkortið, hóast tað bara er danska fólkatingið, veljast skal til. Gamaní er tað ein partur av skipanini, at av teim 179 valdu limunum, eiga vit og grønlendingar altíð tvey umboð í part. Har niðri er gott høvi, eisini við skrivstovufólki og eini fúrstaligari løn, at gera vart við Føroyar á ymsan hátt. Men framman undan hava vit til hetta sama endamál føroyingafeløg, dansifeløg, norrøn feløg, Føroyahúsið og Føroysku sendistovuna í Danmark, og so ferðaráð heruppi í Føroyum. Hvør uppgávan er, og hvussu hon verður umsitin, hevur skilliga verið ymiskt frá persóni til persón. Men ein uppgáva, sum eg ikki havi sæð viðgjørda í dagsljósi, er tað tjúkka gráa liðið av embætisfólki, sum verður sitandi, meðan valevni koma og fara, og fyri tíðir og ævir mynda tey sambond og ta hugmynd, vit hava og altíð hava havt landanna millum. Eri sannførdur um, at tær kurlur, sum hava verið á tráðnum millum Danmark og Føroyar, liggja í hondunum á embætisfólki. Har liggur hin veruliga maktin. Eisini til at sleppa undan kurlum. Hitt er oftast tann bera yvirflata, best stuðla av miðlunum við blitz og innatómum skvalduri. Ná, men nú verða tankarnir brotnir av danska sjónvarpinum, har eg havi fest meg við Mai Mercado í lítla Konservativa flokkinum. Hon er so sannførandi í hugsanini um at vilja og fremja politikk, at eg skilji ikki at hon ikki er forkvinna í hesum doyggjandi flokki. Soleiðis er við politikki. Tú rakar við sumt, ið tú tekur til tín, hóast fremmant, og verður stygdur av øðrum, eisini um tey koma úr egnum viðhaldsøki. Og so er tað tann mest frástoytandi kenslan, ið kemur fram, tá fólk eru so aggresivt flokstrúgv á Facebook, at tey forsvara tað mest láturliga hjá danska systirflokkinum, og leggja eftir øllum, sum ikki gera tað sama. Og so eru tað flokkar, sum til passandi manipulativt høvi ikki aftra seg fyri at sleingja um seg við proklamerandi nýyrðum sum ómentan og hatta homo-felagið. Kanska er politiskur retorikkur og virksemi í samandi við hetta fjara Fólkating bara ein roynd, akkurát sum kanáriufuglarnir, ið tey senda inn í námini at kanna trygdina, so ikki alt fer í luftina. Ber hetta, ella ber tað ikki? Hvar er markið? Í so máta er hesin avmáldi dystur á heimavølli ein ávaring til okkara. Ein ávaring um ekstremt ótolsemi, sum ein av størstu flokkunum hevur lagt á blik saman við einum av minstu flokkunum í kristindómsins navni. Sum veljari, kanst tú ikki siga, at tú aldri hoyrdi tað í hesum døgum. Ná, men gott val. Eg havi valt hin góða lutin.