7.6.15

Føroyar í meldrinum


Í hesum døgum er altjóð fimleikarakapping í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har 600 ung úr 13 londum kappast um heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki. Sjónvarpið sendir beinleiðis og tey fleiri enn túsund áskoðaraplássini eru øll seld. Meðan Føroyar flagga fyri Verðini, seti eg í Miðvági mark fyri, hvussu langt eg fari í grind. Hertil og ikki longur.


Suður úr Bøsdalafossi hevur Brimil funnið fyrstu grind í ár, 151 hval. Hon verður hildin til í bakandi sólini í Miðvági.


Neyvan er nakað føroyskt myndaevni so mettað við drama, sum grindadráp. Ert tú ikki vaksin upp við tí, so skilir tú neyvan grindamenn og grindadráp, og at nakar kann fáa seg til at eta tvøst og spik, skorið við knívi úr Flipper, Willy og øðrum fittum Disneyhvalum. Hinvegin er grindadráp kanska einasta samband við gamla veiðimannasamfelagið á okkara leiðum. Men blóðreyða havið er helst ov mikið hjá teim flestu. Tey vilja ikki síggja blóð og slátur. Bara eta búffin úr Miklagarði. Og so eru tað stjørnurnar, sum hava etið heming á seg og gerast krossfarar fyri øllum grønum, vistfrøðiligum og burðardyggum, bara ikki kjøti av nøkrum slag. Blóð skal vera grønt og ikki reytt. Helst hevur Sir Paul McCartney verið kveikur av dramatisku grindamyndunum úr Føroyum, tá hann gav pressuni hetta visuella gullkorn: If slaughterhouses had glass walls, everyone would be vegetarian. Vit orka ikki at siggja blóð, tí skulu vit eta grønt. Ikki reytt, men grønt. Tað mann vera aldarinnar størsti kortslutningur, sum tó fær endaligt gildi, tí vit myndaliga eru so fremmandgjørd, at vit, sum aldri síggja inn í sláturhúsið, orka ikki blóð. Men í Føroyum er tað opið, sláturhúsið.


Seðlarnir koma út undir skipaðum umstøðum, og allur maturin, sum er Guðs gáva, fer út í húsini í Miðvági, Sandavági og Vatnsoyrum. Tí hetta snýr seg ikki um annað enn mat á borðið. Einki sentimentalt countryroks, bara mat á borðið. Men í grannabygdini, Sørvági, eru truckers á havnalagnum og country á sandinum. Kristina Bærendsen syngur, tá vit koma oman í bygdina.


Ein sjarmerandi sangarinna úr Runavík, sum meistrar allar sjangrur frá soul og rock'n'roll til baptistasang, sum hon sjálv segði, og dróg tvær kvinnur úr Vatnsoyrum upp á pallin at syngja hallelujakór. Hin ungi Ragnar Finsson úr Havn spældi á mandolin, akkustiskan gittar og hardcore elgittar við spennandi ljóðum. Ein stjørna, sum kann flyta mjúku countrymyndina ein harðari stað. Tað hevði tænta føroyskum countrytónleiki. Stuttlig er Kristina eisini. Tí fylgir eitt sjónvarpslið frá Kringvarpinum henni allan dagin. Rúni Jákupsson heldur mikrofonini og Bjarni Rubeksen filmar.


Eingin countryfestivalur uttan countrykongin, Hall Joensen úr Klaksvík. Hallur hevði dóttrina, Jessica Hallursdóttir, við á pallin, sum nú var blivin nakað opin og kaldur. Men so er bara at balla seg væl í turriklæð og heitan jakka. Frammfyri pallinum dansa tey line dance. Hetta eru kjarnulurtararnir á Countryfestivalinum og Hallur leverar trúfastur vøruna hvørja fer.


Í minna grannatjaldinum á Dungasandi spældu The Reverends. Ein americanabólkur, sum mær hevur dámt óalmindiliga væl í mong ár, ikki minst tá teir í 2009 góvu út When Youre Done. Teir eru sjálvdan at hoyra, so hetta var eitt kærkomið høvi.


The Reverends eru Niclas Thorsteinsson, sang, Janus Kampmann, gittar, Jens Virgar Jakobsen, gittar, Kristin Nolsøe Bech, bass og Rúni K. Mouritsen, trummur. Niclas hugtók øll á sandinum, ikki bara tí hann vaks upp í Sørvági, men tí hann hevur eina sjáldsama góða djúpa rødd, og sjálvur eigur frálíkar sangir, sum til dømis Jim, Jack and Bud, ið kundi verið eitt føroyskt gjøgnumbrot á altjóða tónleikapallinum.


The Reverends eru væl samanspældir og hava eina einfalda ljóðmynd, sum hongur uppi við røddini á forsangaranum, Niclas Thorsteinsson. Hann kann syngja countrystandards, sum vóru vit í einum niðursetutúni í Appalachiafjøllunum, næstu løtu croonar hann sum ein uppafturgrivin George Jones, og so er hann ein spillivandi Garth Brooks. So skifta prædikumenninir í The Reverends gir, og nú er Niclas Neil, Neil Young, the Grunge Godfather. Rustaður og skitin, akkurat sum tað skal vera. Eisini við einum sjatterandi frábrigdi av Jay Farrar í Uncle Tupelo og Son Volt. Við Niclasi á odda eru The Reverends besta heimliga countryuppliving. Tað er vist og sætt. Men nú er kalt á Dungasandi. Vit fara innum at eta ein góðan bita í Wild West, og við langborðið sessist eg við síðuna av pápa Niclas. Tað var ikki óstuttligt. Men nú er seint og enn kaldari, og eg má gloyma Froðbiar Sóknar Bluesorkestur og Blátt Gras, sum eg allar helst vildi hoyra júst her og í kvøld. Men ladgå. Íslendski globetrottarin úr Minnesota, Kristján Kristjánsson, 59, er nú á palli við eini vælsamanspældari bluestrio, eisini kend sum KK Band. Tað verður seinasta uppliving á countryfestivalinum í ár. Takk fyri hesu ferð!