15.6.15

Hvør hevur maktina?


Í kvøld fekk eg eina óunnuliga kenslu av einum trongdum politikara, sum ristir kross fyri seg og harðmælt krevur sín rætt, kosta hvat tað kosta vil, heilt til tað síðsta. Last Man Standing og Everyman For Himself. Meðan mótvektin, Jørgin, nýtir eina mystiska fráverandi makt, tí alt rennur av honum, og hann svarar hvørjum spurningi, og framhaldandi letur alt renna av sær, sum var hann einsamallur í Pansarakrígnum í Ardennunum, so valdi Annika at gerast snjøll, ótrættað og óbehaglig at lurta eftir. Slíka politiska samanseting úr sama flokki minnist eg meg ikki at hava sæð áður í sjónvarpaðum føroyskum valdysti. Úteftir ein harmonisk duett og inneftir ein djevulsk duell. - Hvør spunasmiður hevur lært Anniku Olsen at gera tað sjónvarpsligu deyðssynd, at tosa harðari enn siðiligi verturin, Beinta, og halda uppá sítt til eplasekkurin er tømdur, hvussu illa tað so larmar? Úr egnum baksýni veit eg, at nógvir lærarar altíð hava tosað soleiðis yvir svarta kaffikrússinum á lærarastovuni. Tað er at skilja, tí lærarar hava nógv uppá hjartað, edd og pytagoras og alt, og fríkorterið er altíð stutt og flokkarnir stórir. Men í sjónvarpaðum politikki riggar tað ikki, hvørki hjá manni ella kvinnu. Kanska var hetta ein roynd í floksmakt fyri almenninginum. - Hvør hevur maktina í einum flokki, uttan at siga stórvegis, bara vera har og fáa agn fyri flundru? Politiski fólkatingsmoralurin hjá sterkara partinum er sum tikin úr Admirálvísuni: 'Stå aldrig til søs. Lad de andre stå!'