Skip to main content

Konteynarar, pakkhús og plattar


Tóm pakkhús, tómar konteynarar og burturblakaðir plattar. Vit eiga alt í Føroyum. Sama gera tey í Keypmannahavn, har tey umframt rokaða kommunala pengakassan, eisini hava dugað at lovað kreativum kreftum uppí part at definera óbrúkt havnarøki. Her endar samanberingin við heimligu Havnina. Og tá hugsi eg ikki um veðurlagið.


Kreativa danska Pappírsoyggin er millum Christianshavns kanal og Operuna hjá Mærsk á Holmen í Keypamannahavn. Upprunaliga eitur oyggin Christiansholm. Men síðani 1958 hevur danska pressan havt pappírsgoymslu her. Í 23 ár lossaði appilsingula skipið Trans Dania pappír til danska marknaðin, so pressan altíð kundi nøkta lesaraskaran í ein mánað. Seinasta skipslastin við finskum, svenskum og norskum avíspappíri varð lossað 26. november 2012. Lossingin, ið vardi seks tímar, er nú ein farin tíð. Pláss er ikki longur fyri lesipappíri í avísum. Men enn standa húsini við navninum Den Danske Presses Fællesindkøbsforening fyrst fyri á oynni. Í høgra endanum er kaffistovan Den Plettede Gris, sum einki samband hevur við Ekstrablaðið. Í einum króki, dygst við nýinnflutta mótamerkið Tommy Hilfiger, sæst enn hin gamla bensinpumpan á Pappírsoynni.


Smápartafelagið Christiansholm Ø fekk oynna at umsita nýggjársdag 2013, og gjørdi samstundis avtalu við kommunufelagsskapin By og Havn at menna oynna. Eftir fimm árum skal hon verða heimstaður hjá kreativum fyritøkum sum Experimentarium, Copenhagen Street Food og ferðabátum. Og tað grør um gangandi fót, eins og í Kødbyen. Nú er landfast við bil- og bátabrúgvum. Eitt nýtt land hevur latið seg upp.


Nýggja landið kring Pappírsoynna er attraktivt fyri fólk í øllum aldri, sum vilja arbeiða og búgva alternativt. Umframt húsbátar í Christianshavns kanal síggjast eisini bilar í hippieandanum frá 60'unum.


Bæði bilar og bátar eru skipað í feløg. Í bátafelagnum í Christianshavns kanal eru ein føroyskur AWI 23 bátur, Vædderen, og ein grønlendskur, Villiaumit, úr Sisimiut, ella Holsteinsborg, sum stendur á bjargingarbeltinum. Báturin er bygdur í Glyngøre í 1958.


Men í øllum økinum er einki sum tóma pakkhúsið úti á Pappírsoynni. Tað er fylt við kreativum matvirksemi úr øllum heiminum.


Út gjøgnum pakkhúsdyrnar er hetta útsiktin: operan hjá Mærsk við amerikanskari Plymoutgron á Holmen, og kajakkir fyrst fyri. Ein rættur skansi, hasin hjá Mærsk.


Vendir tú tær við í durinum, so er hetta innsiktin: plattar í løgum og uppskornir konteynarar, sum eru funktionellir matvognar.


Matvørueftirlitið er eisini til staðar og hevur góðkent allar sølubúðir, sum hava opið.


Uppslagið omanfyri er frá sølubásinum FAT Burger, sum selur eitt slag av burgarum fyri 75 krónur. Einki roks. Fyri hundrað kanst tú fáa ein dupultan, ektaðan burgara á havnarlagnum. Tað verður viðmælt, serliga í sólstóli við danskan kajkant.


Aðrir matligir møguleikar á Pappírsoynni eru cous cous úr Marokko, amerikanskt grill og barbecue við flogfenaði, síl og danskt smyrjibreyð, bibimbap úr Korea og surf & turf úr Avstralia. Ventilatiónin er so effektiv, at tú luktar mest sum einki fremmant frá einum sølubási til hin næsta.

Og so ein køkubita og kaffi omaná. Útboðið og møguleikarnir at seta saman, tykjast uttan enda og alla staðni kanst tú seta teg at njóta bitan, bæði inni og úti.


Onkur barr er eisini, og eyðkennið er sum allastaðni, fría initiativið og eingin monopolistiskt støða fyri tannleys, men ráðandi merki sum Tuborg og Carlsberg, ið krevja at vera í fremstu røð, og ikki góðtaka nakað annað merki so langt, ið sæst.


So er bara vesi eftir at vitja. Tað er innbjóðandi og væl skipað við vatni, pappíri, el-turkarum og virkandi ventiliatión. Litaðu hurðarnar eru endurnýttar, og meðan lesipappírið á Pappírsoynni endaliga er burturi, tí eingin vil hava tað, so er lukkutíð einki, ið bendir á at vesipappírið verður ynskt hagar, pipari grør. Her hevur pappírsleysa samfelagið onga framtíð.


Bátabrúgvin fer upp einaferð um tíman, so ein rundferð um vøkru og vælhavandi Christianhavns kanal er passandi hesa løtu. Gomlu húsini eru restaureraði í týskum Hansastíli.

Her er stuttliga gøtunavnið Overgaden oven Vandet, sum hinumegin eitur overgaden neden Vandet.

Her eru eisini skelti og húsanøvn, ið benda á farnar dagar hjá sjófólki, sum til dømis Prinsesse Maries hiem for gamle sømænd og sømandsenker.


Teknistovur og gamalt handverk síggjast eisini fram við gøtuni.

Christiania er ikki langt burturi, og ein gøtuspegil av tí slagnum, sum eisini sæst í gomlu Havnini, er málaður við flagginum hagani.


Gomlu pakkhúsini er væl varðveitt og sleppa ikki at forfalla. Uppsløg siga frá, at fotografar fara at filma á ymsu gøtuhornunum, so stórur er áhugin at siga umheiminum frá hesum vakra bletti mitt í danska høvuðsstaðnum.


So eru stundir at fara út aftur á Pappírsoynna, har bilurin er parkeraðu hjá Park One. Á vegnum ganga vit framvið hesum vøkru stavlagsmuraðu húsum. Og nú hómast ein bláur summarhimin. Gráa summarveðrið er av, og hann boðar frá sól og hita í luftini. Tað var alt úr Keypmannahavn fyri hesu ferð.