Skip to main content

Sóljur og rustur í høvuðsstaðarkommununi


Fert tú ein biltúr, nú sóljurnar síggjast í gilum og bøurin grønkast, har lombini spela og gásarungar láta, so sært tú eisini rust, sum bøndur savna við vegin í einum býi í Føroyum, eg sigi ikki hvørjum.


Eg skilji væl, at bøndur vilja hava alla avlagda maskintøkni beint við vegin, tí amboðini eru vegfarandi. Tá er hent at hava nøkur ættarlið av motorum til at taka, so hvørt okkurt gongur fyri í núlivandi traktori, sláimaskinu ella slótturtreskitól.


Men hví so nógvir evropa- og kinapallar verða savnaðir við vegjaðaran, tað skilji eg ikki. Kanska liggja teir til næsta nýggjársbál.


Seyðurin undrast, tað er greitt. - Hvat skal alt hetta tilfar, dygst við vegjaðaran úti í nátúrini, hugsar hann ivaleyst, eins og øll ferðafólkini, ið strúka fram við eftir nýbygdu autostraduni oman til stóra sárið, tey rópa Gomlurætt.


Gamaní verður sumt goymt burtur í sóljugilum burtur frá vegnum, so tað ikki sæst, uttan tú stendur á tá, ella hevur sóltak í bilinum.


Men onnur bilvrak og amboð úr bóndavinnuni í høvusstaðarkommununi standa meiri ásjónlig og hava gjørt tað so leingi, at tey eru rustaði føst og eru mest sum minnismyndir í livandi lendinum. Minnismyndir, ið minna okkum á, at her grør ikki um gangandi fót. Her doyr um grønkandi bø. Hvørt ár, hvørt vár.


Kanska er hetta besta standmyndin yvir eina farna tíð, púra klárt uttangarðs og innrammað við reyðum boyum í baksýni, so myndatólið lættliga kann fokusera, this is it. Hetta eru Føroyar.


Og ímeðan høvuðsstaðarrusturin stendur og rustar, og neyvan verður burturrustaður í okkara tíð, so blóma sóljurnar ovfarakátar um bø og ong, væl leskaðar av tí, sum spríkir úr høvuðsstaðarundirgrundini.