Skip to main content

Summarið komið


So kann eg telja summarið. Tað stendur á kampingplássinum, sum sæst úr køksvindeyganum. Húsvongar, bilar og tjøld, sum eru komin við Norrønu í nátt í størri tali enn higartil í ár. Halda tey somu rútmu, sum tá fyrsti bloggur varð skrivaður fyri átta árum síðani, fara tey víðari til Íslands mikudagin um nátturatíð. Okkurt summarið hava nógv fleiri vognar og tjøld, enn eg kundi telja í morgun, verið á økinum. Tá hevur hvør blettur verið tikin. Sumrini hava eisini verið rættuliga ymisk. Í ár hevur verið serstakliga kalt, við vátaslettingi um vikuskiftið. So meðan eg telji stop over touristar yviri við Strond, vóni eg, at fremmandu ferðafólkini gróðurseta eina varisliga vón um summar, nú tey steðga her í tríggjar dagar.


Og tveir tímar seinni, tá kaffisteðgur er í Námi, tók starvsfelagin Sigrid hesa mynd, sum eg láni. Afturvið morgunbreyði syngja vit dagsaktuella sangin Nú summar er í dag úti á svalanum, saman við arbeiðsmonnum, ið umvæla veggin í Mentamálaráðnum. Ein sangur, sum hvørki er um dagin í gjár ella í morgin, men bara um dagin í dag. Árni, hvørs høgra hond hómast í glugganum, sang fyri, og fremst fyri niðast til vinstru sæst te-glasið hjá stjóranum.