Skip to main content

Fyrst svart, so einki


- Fyrst svart, og so einki. Black paintings, svørtu málningarnir frá 1953 til 1967, vóru seinasta skeið í myndlistasøguni, og eftir hetta vórðu dagarnir hjá samtíðarmálninginum taldir!

Soleiðis leggur svenski náms- og listfrøðingurin Angela Cesarec virksemið hjá amerikanska Ad Reinhardt (1913-1967) út í Malmö Kunsthall.

- As an artist I would like to eliminate the symbolic pretty much, for black is interesting not as a color but as a non-color and as the absence of color, segði Ad Reinhardt. 

Upprunin til myndarøðina Black Paintings hjá Ad Reinhardt, sigst hava verið verk hjá pólsk-russiska Kazimir Malevich (1878-1935), sum í 1915 málað Svartur Fýrakantur

Reinhardt var sannførdur um, at egna røðin við svørtum málningum var 'the absolute zero of art'. Henda tanka, sum Reinhardt førdi víðari í bókum og fyrilestrum, siga listfrøðingar at hann bygdi á heimspekilig ástøði sum avnoktandi gudfrøði, neo-platonismu og zen buddismu.


Mitt í hesum minimalistiska dómadagssortanum á heimalørifti, var útimaðurin Ad Reinhardt eisini ein skemtari av Guds sublimu náði.

Lukkutíð gav hann sær stundir at myndprýða framtakshugaða New York tíðarritið PM, sum Ralph Ingersoll gav út frá februar í 1943 til mars í 1947.

Reinhardt kallaði seg í hesum høpi artist-reporter og hevði hesa ritstjórnarligu kommaleysu kreddu at bera PM lesarunum:
We can’t do your thinking and looking for you (the way a Hearst-paper does) but we’ll try to help you know what you’re looking at and for and so represent something yourself.


Í tíðarritinum PM fór Ad Reinhardt at gera teknirøðir, sum vendu upp og niður á listfatan, serliga hjá hugnaeinglum, ið høvdu eina hugnabundna hugsan um list sum hugnainventar millum glansbíløtini yvir hugnasofuni.


Teknirøðirnar um at lesa myndir og list í Amerika undir krígnum, vóru endurgivnar í tíðarritinum PM sum sniðfundigar framhaldsøgur frá vinstru til høgru, altíð við nýggjum myndaevni.


Smáu kryptisku tekningarnar, ið eru skipaðar sum ættartrøð við mangfoldigum greinum og bløðum, frá tí mest torskilda sum Cézanne og Kandinsky til vinstru, til tað greiðasta og mest ítøkiliga sum pin ups, Pepsi-Cola og eskapismu ytst til høgru, eru blástar upp á allan veggin á svenska listasavninum.


Omanfyri sæst skánska Angela greiða frá uppslagnum um at lesa ikonografi, sambært Ad Reinhardt. Niðanfyri er uppslagið í amerikanska krígstíðarblaðnum PM um at hyggja eftir at hyggja, how to look at looking.

Smátekningarnar hjá skemtiliga Reinhardt, sum í fleiri førum síggjast í upprunalíki á svenska savninum, eru gjørdar klárar til prent í stødd 1:1, so teknarin sjálvur ikki bara hevur yvirlit, men fult ræði á prentaranum.


Hóast tíðarbundnar til útgávu í einum amerikanskum krígstíðar tíðarriti, eru smáu vinjettirnar hjá Reinhardt tíðarleyst fantastiskar bæði í dirvi og grafiskum greiddleika.


Ad Reinhardt myndprýddi eisini aðrar útgávur og onnur tíðarrit enn bara PM. Hóast tær altíð høvdu ein serstakliga radikalan brodd, vóru grafisku uppgávurnar fyri so ymsar kundar sum amerikanska herin, eina ísverksmiðju og eitt listakritiskt tíðarrit, Critique.


Eftir at hava sæð sarkastisku framsýningina hjá einum amerikanskum grafikara undir krígnum, er tað áhugavert at síggja, hvussu stevfastur hann er á grafikkinum og skrivaða orðinum. Hann ferðast nógv og ofta í Kina og muslimskum londum og tók myndir av mynstrum og geometriskum fyribrigdum, ið ikki representera nakað 'myndaligt'. Her er ein ferðabók, har hann hevur teknað kort og skrivað tekst úr Grikkalandi.


Her eru notur um átrúnað og annað, sum stingur seg upp á ferðini hjá einum hugsjónarligum inniløgumanni við góðari hondskrift. Notur og upplýsingar, sum í dag eru uttan týdning, tí vit hava fartelefon og internet, hvar vit so eru. Ein tíðartinna av teim sjáldsamastu.


Og so skrivaði hann brøv og kort til døttrina Anna, har ikki bara hondskriftin, men eisini spælið við grafikki og stórum og smáum stavum sleppur upp í part.


Her síggja vit inn í tann partin av listasavninum, har børn og foreldur kunnu seta seg og tekna, mála og klippa. Alt fyri einki, eins og atgongugjaldið og rundvísing, sum er fyri einki í mentanarríkinum Svøríki.


Og so er bert eftir at takka Angelu Cesarec fyri eina framúr frágreiðing um ein spennandi listamann, sum vit ikki vistu av var til - fyrr enn nú!