Skip to main content

Hinumegin sundið


Svøríki er landið hinumegin sundið. Hagar fara vit í dag, hóast veðrið er skiftandi við regni og vindi, men eisini sólglottum. Nakað sum í Føroyum, tá hann melur av ymsum ættum, bara nógv ógvusligari, serliga á brúnni um Oyrasund. Jógvan tók myndirnar úr bilinum.


Tá tú sært skeltið jordgubbar veitst tú, at tú ert í Svøríki. Tey svensku jarðberini fáast í dag fyri 25 lokalar krónur fyri arkið, tað eru 20 krónur í okkara peningi. 100 svenskar krónur eru 79,44 krónur, sigur netið, nú bankin ikki sæst í tænastumyndini longur.


Ørindini svensku megin sundið eru at síggja framsýningina AD REINHARDT – Art vs. History, sum er í Malmö Konsthall. Við 40 árum á baki telist høllin millum størstu søvn við nútíðarlist í Norðurevropa. Svenski arkitekturin Klas Anselhem teknaði savnið. 300 verk hjá amerikanska Ad Reinhardt verða synd fram nú summaróveðrið sýgur seg yvir býin.


So er ein sólarglotti, og straks er ein ítróttarmaður, ið vil bjóða mær sider úr peru frá Kopparberg. Eg skilji, at hann er reiðmaður, og vil bjóða mær við til kappríðing um náttina, natt trav, á lokala derbyvøllinum Jägersro, har nógv er at vinna. Mangt er, sum ikki vinnist.


Meðan ryturnar, tretåig mås, eru tað fyrsta og mest mælska, tú hoyrir kring ánna í miðbýnum í Malmö, so eigur ítróttin øll bløðini. Tað er sum hjá okkum og ivaleyst alla aðrastaðni. Flestu, ið enn lesa pappírsbløðini, hava mestan áhuga í ítrótti. Hvat skal tað enda við. Ryturnar karra og bløðini skriva um ítrótt.


Á Davidshallbrúnni um Södra Förstadskanalen hevur Åsa Maria Bengtsson sett nítjan pør av skóm á rað, og kalla avrikið Way To Go. Hetta eru nítjan lokal listafólk, sum hava gjørt mun og sett Malmö á heimskortið. - Dessa artister har spelat en stor roll i Malmös kulturhistoria och det vill vi hedra. Vi kommer att lämna plats för ytterligare 21 artister, så det är meningen att konstverket blir ett levande minnesmärke, sigur Hanna Thomé, sum er forkvinna í mentamálanevndini í býnum.


Oman eftir síggi eg fyrst skógvarnar hjá filmsleikstjóranum Bo Widerberg, sum gjørdist víðagitin í Folkhemmet Sverige og á hvørjum tí einasta sosialdemokratiska forsamlingsfundi í hálvfjersunum, tá filmurin Ådalen 31 varð sýndur. Í Føroyum hevur uppreisturin danskt navn, Oprøret i Ådalen. Bo Widerberg doyði 66 ára gamal í 1997. Niðan eftir síggi eg skógvarnar hjá sangaranum og tónleikaranum Östen Warnerbring. Hann doyði 71 ára gamal á einum hotelli á Kanarisku oyggjunum, har hann skuldi syngja, í 2006.


Bilin parkera vit við lokala blóðbankan, sum er púra ópolitiskur. Ongastaðni í Norðurlondum, har eg havi ferðast, siggjast so nógvir tilflytarar ella nýsvenskarar, sum her. Blóðið tykist væl blandað.


So fara vit yvir um sundið aftur. Fyrst eftir brúnni og so niður í tunnilin, sum bindur risastóru Oyrasundsregiónina saman.


Um kvøldið eta vit døgurða í Hereford Beefstouw, har glaslistaverkini hjá Peter Carlsen síggjast. Hann er úr Holbæk, har matstovueigarin býr, og eisini hevur eygað fyri okkara egna Tróndi.


Niðriundir er eitt risastórt gallarí av ølsmakkarum, har Annika Waag frá Føroya Bjór er ein.


Og so fara vit beint úr matstovuni og inn í Tivoli at hoyra ársins par, Lady Gaga og Tony Bennett, sum eru her í býnum í sambandi við árliga Jazzfestivalin. Bennett verður hálvfems næsta ár og hon er trýss ár yngri. Bæði eru av italskari ætt, men uppvaksin í amerikanska undirhaldsídnaðinum, hann sum stílfullur croonari, hon sum poppprovkatør. Eitt í allar mátar ómakað par, nú tónleikasøla á fløgu er mest sum hildin uppat. Men á palli finna tey saman, eins og Grammy virðislønta útgávan Cheek to Cheek longu hevur prógvað.



Ikki varð hugsingur um at fáa eitt líkinda bílæt av teimum báðum á pallinum í Tivoli, so hetta fann eg á netinum og Facebookvanganum hjá frúnni Gaga og nápaði. Út á náttina boðaðu fleiri fólk á Twitter frá um, at náttsvermarin Gaga sást og hoyrdist á jazzvertshúsinum La Fontaine.