Skip to main content

Hjartað í føroyskum politikki


Á Læraraskúlanum mitt í 80’unum var kristni eitt so stórt felagsfak hjá øllum, at vit høvdu tveir lærarar. Tá próvtøkan nærkaðist, høvdu vit upp í posar av bókum og pappírum, millum annað eftir týsku Hannah Arendt og Martin Niemöller um etisk virði eftir jødatýningina i Týsklandi.

Umframt hetta fjøltáttaða grundtilfar til føroyska fólkaskúlan, vóru onnur, ið harumframt valdu kristni sum linjufak, og nógv ár seinni havi eg sjálvur verið við til at ritstjórna tilfar, sum onnur hava skrivað og skipað til undirvísing í kristni í fólkaskúlanum.

Lærugrein, sum hóast lítil á talvuni stendur sterk í huganum, er nú fullfíggjað við nýskrivaðum upprunaføroyskum tilfari frá fyrsta til níggjunda flokk. Ein ørgrynna av tilfari, sum fylgir námsætlanum og m.a. viðger etisk mál, kríggj og frið, nazismu, fremmandan átrúnað, súmbol og virði í myndlist, krossfararar og Elvis, tá hann syngur If I Can Dream, og sipar til Gandhi og Martin Luther King.

Í hesum ríka fólkaupplýsingaranda undrar tað meg stórliga, at politikarar á tingi í dag tala til tað ringasta í tí fólki, sum sjálvt hevur valt teir.

Tí fór eg at blaða í gomlum fotokopium frá 80’unum at finna skaldaborna tekstin hjá Martin Niemöller um at siga frá, tá samfelagsbólkar verða eyðmerktir og forfylgdir. At enda er eingin at siga frá, tí eingin brýggjar seg um teg, er útsøgnin í tekstinum, sum eftir kríggið fór um allan heim. Akkurát sum í týdda sanginum hjá Øssur Berghamar Eingin brýggjar seg um meg.

Sjálvur sat Niemöller í konsentratiónsleguni Dachau frá 1941 fram til krígslok. Í eini kirkjutalu í Frankfurt 6. januar í 1946 legði hann spíran til orðini, sum eg fann í føroyskari týðing hjá Óla Jacobsen í FF-blaðnum, blað verka- og veiðimanna, nr 351, 22/11 í 2005:

Tá ið nazistarnir tóku kommunistarnar, segði eg einki, tí at eg var ikki kommunistur.

Tá ið teir tóku jødarnar, segði eg einki, tí eg var ikki jødi.

So tóku teir fakfelagsovastarnar. Eg segði einki, tí eg var ikki limur í nøkrum fakfelag.

At enda tóku teir meg - men tá tordi eingin at klúgva í tvey longur.

70 ár eftir krígslok eru onnur orð óneyðug.