10.7.15

Jól í juli


Í jólamannaverkstaðnum hjá Elisabeth í Brønshøj er triðja jólabókin liðug, og nú verða tekstir skrivaðir til jólatíðarritini hjá forlagnum Egmont, m.a. nýggju útgávuna Sally's. Omanfyri sæst uppskot um dekorativt jólapynt at gera sjálvur. Aftanfyri sæst spennandi toy frá Svenskt Tenn í Stockholm.


Her er gull sett á hvít jólaljós og aftanfyri sæst skinn av seyði við ullini á. Og so er spurningurin, um vit skulu taka svartan ella gyltan knív og gaffil úr skuffuni.


Tí nú fara vit at leggja riv á grillina í stóra havanum.


Meðan svarta grillin brasar og vit borðreiða í bjørtu summarsólini, sprettir hin ljósa og følna Astrid Lindgren rósan.


Úr summarhitanum í Brønshøj fara vit út í Dovregade á Amager, har dúgvurnar láta í trøunum og eigarafelagið hevur eina áminning til hundaeigararnar.


Út á dagin verður so heitt, at vit fara út á Amager Strand at svala okkum á. Við heilsan frá H.C.Andersen lovar kommunan, at her fært tú afløb, tá tú kennir teg ov heitan og hevur skrivað um jólamenn í juli.