Skip to main content

Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!


“Livir tú á netinum, so mást tú eisini hava ein deyða á netinum!” Soleiðis segði ein skilagóður starvsfelagi fyri nøkrum árum síðani, tá vit fyrstu ferð sóu føroysk andlát og minningarorð á Facebook.

Og so var kjak um at leggja niður brúkarar, sum vóru deyðir úr okkara egna vinaskara. Men enn síggjast deyð fólk, sum hvørt ár fáa eina føðingardagsheilsan á Facebook, tilætlað ella ikki.

Lívið á netinum livir sítt egna lív.

Nógv er hent síðani netið knýtti allar okkara teldur saman, lokalt, globalt og hvørt um annað, á teim tungumálum, vit hava sett okkum fyri at brúka.

Tá lærarar fingu teldukoyrikort um aldarskiftið, varð ikki loyvt at tjatta við dulnevni í skúlanum. Títt navn og resumé fylgdi við hvørjum setningi. Men heima kundi tú skapa aðrar duldar samleikar, sum skúlin ikki vildi standa við. Hetta spæl við samleika og ikki minst kyni, helt eg vera so spennandi í 1999, at eg gjørdi eina kanning í Vestmanna skúla. Kanningin avdúkaði, hvussu ríkt reflekterandi næmingar longu tá vóru um opnan og duldan samleika, og hvat kundi brúkast í ymsum føri, í sjeynda flokki.

Fimtan ár seinni er Facebook førandi sosiali miðilin. Her eru øll, sum vilja hitta onnur, ið eisini hava nakað uppá hjarta, helst tað sama sum ein sjálvur. Men aðrir konkurrerandi miðlar eru, til dømis Instagram.

Eins og umboðsfólk fyri teldufyritøkur við jøvnum millumbili spjaða ótta um virus, sum bara kann fyribyrgast við at keypa forrit frá fyrrnevndu fyritøku, so eru Instagrambrúkarar farnir at planta skakandi søgur, sum skulu taka maktina frá øðrum sosialum miðlum, les Facebook. Við til søguna hoyrir, at tey, sum ikki orka fyri Facebook, taka ikki hetta heiti uppá tungu, men siga heldur sosialu miðlarnir, uttan at kenna ella brúka nakran.


Kemoland er ein donsk lygisøga, sum er komin fram á Instagram. Tað er søgan um 21 ára gomlu Clara Maria, sum í eitt hálvt ár leið ein pínfullan krabbameinsdeyða á Aalborg Universitetshospitali, har eisini persónligi læknin, Jakob, skrivaði, hvussu keddur hann var um støðuna og deyðiliga endan á Claru Mariu. Kendi sangarin Mads Langer skrivaði tveir rørandi sentimentalar sangir til Claru Mariu. Inntil alt varð avdúkað sum lygn. Sjúkrahúsið boðaði frá, at har var hvørki sjúklingur ella lækni við hasum profili og navn, og sangarin umdoypti sangirnar til øll krabbameinsrakt børn í verðini.

Og so eru tað øll tey, sum blogga fyri pengar í egnum navni.


Í Avstralia hevur 23 ára gamli heilsubloggarin Belle Gibson billað fólki inn, at hon er lekt fyri krabbamein í heilanum. Nú er hon farin at upplýsa onnur um, hvussu tey eisini kunnu verða lekt. Tað kostar pengar og krevur at tey fylgja hennara ráðum á eini app The Whole Pantry á snildfonini. Hon er vorðin forsprákari fyri einum lívsstíli, sum kann lekja krabbamein. - Og hvør, ið er í teirri vanlukkuligu støðu, vil ikki fylgja tílíkum ráðum? Belle Gibson er ein stjørna og sunnheitsapostul, inntil sjónvarpssendingin 60 Minutes avdúkaði hana sum lygnara og kvaksalvara, ið stakk allan innkomnan lekidómspening í egnan lumma.

Lygnin florerar og flytir frá miðili til miðil, so hvørt hon verður avdúkað. Drívmegin er annan vegin pengar og hin vegin ótamda trongdin at verða lagdur til merkis, at skapa sjálvsur, selfies, í nýggjum potensi.


Sama fyribrigdi, at gera seg kendan gjøgnum sjúku, var lýst í stuttliga stuttfilminum Munch, sum í 2013 vann áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu, tá Geytatiltakið var í Norðurlandahúsinum. Filmsheitið er eftir sjúkraeyðkenninum Münchausen by Proxy ella by Internet, sum amerikanski læknin Marc D. Feldman hevur navngivið sjúkuna í bókini Playing Sick (2004). Á myndini omanfyri síggjast Helena Dam á Neystabø og tey, sum gjørdu filmin Munch: Jónfinn Stenberg, Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Jens Jákup Hansen og Brian Samson. Jens Kristian Vang tók myndina.

Offrini eru vit øll, sum eru nalvapilkarar, og trúgva uppá slíkar persónsdyrkandi søgur. Men eisini teir miðlar, sum uttan research bera tílíkt vrøvl víðari og medvirka í at gera lygisøgurnar til søluvøru í teirri trúgv, at hetta er human interest, sum altíð selur, serliga á forsíðuni eitt vikuskifti. Ja, og so sjálvandi eisini upphavsfólkini sjálv, ið hava tørv á, at onkur setir tey í fokus, og vil hoyra um roysni og brøgd at gera, sum teimum á hjarta lá, ið Effersøe so mannsliga yrkti um.

Eftir stendur tá ein áminning um eina nýggja terrormynd av einum heilt vanligum menniskja, sum av onkrari orsøk kennir seg sum ein nullitet, har myndin er burtur - skrødd ella brend, og eina av mær, ongum øðrum kend.

Undir sólini er einki nýtt. Alt er lýst og orðað fyrr. Tað flytur bara ham og poppar upp har, vit minst vænta tað.