31.7.15

Once in a Blue Moon


Í nátt er fullmáni, full sól, av tí bláa slagnum, Blue Moon, sum Connee Boswell og onnur hava sungið um heilt síðan millumkrígsárini.

Henda dag og hesa nátt skal ein ansa sær, siga søgurnar. Once in a Blue Moon kann merkja sjáldsamt hepni, men eisini tað beint øvugta. Men hetta við bláa mánanum er kanska ein misskiljing, ið stavar frá amerikanskum bóndum, sum 1932-1957 prentaðu ein álmanakka, Main Farmer’s Almanac. Har varð mánin fyrstu ferð lýstur sum bláur.

Longu í 1934 høvdu Richard Rodgers og Lorenz Hart skrivað sangin Blue Moon fyri filmsfelagið MGM. Hann varð royndur í ymsum filmum, íalt sjey higar til dags, og eftir eina romantiska umskriving fór ein útvarpsstøð at brúka hann sum eyðkennislag í 1935. Billy Eckstine og Mel Tormé sungu báðir um bláa mánan í 1949, og í 1961 bleiv hann kendur um allan heim við The Marcels. Bæði Sinatra og Elvis hava sungið um Blue Moon og eitt brot var við í sangleikinum Grease. Í dag er hann millum kendastu standards í øllum tónleikasjangrum. Seinastu árini hava Eric Clapton og Rod Stewart byrjað sangin við hesum upprunaliga ørindi, ið gevur honum eitt enn størri romantiskt spenni, sum via croonaran eisini røkkur yvir í blues:
Once upon a time before I took up smiling, I hated the moonlight. Shadows of the night that poets find beguiling, Seemed flat as the noonlight, With no one to stay up for I went to sleep at ten, Life was a bitter cup for the saddest of all men.

Umframt henda gamla romantiska sangin frá 1934, hava fólk í enskttalandi heiminum seinastu 30 árini ella so, nevnt seinna fullmánan í sama mánað Blue Moon.

Tað er aðru ferð at fullmáni, full sól, er í juli. Fyrru ferðina var 2. juli. Næstu ferð fullmáni er tvær ferðir í sama mánað er í januar í 2018.

Og í morgin er Kópakonudagur undir bláa mánanum í allari Kalsoynni.