Skip to main content

Sæland í kring


Í lítla norðursælendska havnabýnum Gilleleje liggja flestu snurriváðsbátarnir væl surraðir. Hóast eksotisk nøvn sum Bodø, er lítil havgangandi aktivitetur, annar enn likkur, ið stoyta seg eftir remolátu og kipsbakkum, tá ferðafólkini hava etið fiskin á hesum norðasta staði á Sælandi. Flakavirkið, sum hevur latið aftur, er nú listasavn hjá virknum amatørum, sum Solargrunnurin stuðlar við ferðamøguleikum til Føroyar og onnur litføgur støð. Ytst til vinstru og høgru á myndini niðanfyri síggjast lokalir málningar við myndaevnum úr Føroyum.


Meðan fiskivinnan liggur í andalopi í Gilleleje, er annarleiðis við stuttleikabátum. Her koma alskyns siglarar av longum leiðum, eitt nú L'Adagio, sum siglir undir maltesaraflaggi og er úr Valetta á Malta. Hann er av slagnum Nordhavn 76. Hóasta danska navnið, er fyritøkan Nordhavn úr Dana Point í California við bátasmiðju í Taivan, har tey gera bátar úr 40 til 120 fót.


Og meðan damparin Bjørn floytar og siglir út úr havnini, kemur ein nútímans seglbátur inn. 107 ára gamli Bjørn, sum er skrásettur í Randers, hevur verði ísbrótari. Nú siglir hann úr Helsingør við ferðafólki. Men hvat er hatta fyri flagg á hekkuni á seglbátinum longst til vinstru?


Jú, hatta er hundráð ára gamli þjóðfáninn, sum sæst á hekkuni á Antilope, ið er hálvfems ára gamal týskur seglbátur úr Bremen, har tey nú byggja Airbus flogførini, sigur skiparin.


Haldi meg bera kenslu á íslendska skiparan við djúpu røddini, men enn skal ganga ein løta, til vit hava peilað hvønn annan av. Ímeðan skifta vit orð um íslendskan film og tónleik, Jú, hetta er hann, sum í 1979 var á palli í Sjónleikarhúsinum við hinum íslendska Þursaflokkinum, og í 1989 spældi Magnus í filminum hjá Þráinn Bertelsson.


Hetta er Egill Ólafsson, sum saman við konuni, ið eisini er kendur filmsleikari, hevur siglt við Antilope úr Íslandi. Nú fara tey víðari til Stockholm at vitja sonin. Umframt at syngja um sigling, so er Egill týðuliga vandur siglari. Av dekkinum greiðir hann okkum frá um seglini, og hvussu tær tríkantaðu aldurnar í Kattegatt eru at sigla í. Hann letur heilsa Kristiani Blak og øllum føroyingum.


So rullar ein reyður og hvítur Opel Olympia vøruvognur frá 1956 eftir bryggjuni. Hvør smálutur er í upprunalíki. - Mín størsta ræðsla er at verða árendur, so fái eg ongar autentiskar eykalutir, sigur sjafførurin, ið er pápi Winnie, sum gevur bilinum navn. Winnie Lykke Hansen, sum er úr Slangerup, hevur fyrr verið slaktari í Gilleleje. Nú er hon flutt til Jørlunde, har hon ger pylsur saman við lokalum slaktarum. Í dag er abbasonurin sloppin við. 


Smáir fiskahandlar eru á havnarlagnum. Forvitnisligt er at siggja, at allur laksur er føroyskur. Men ikki er tað so hugaligt, tá talvurnar siga, at einasti fiskur, ið ikki er villur og veiddur á sjónum, er sami føroyski laksur, sum er úr alibrúki. Allur annar fiskur er beint úr sjónum dygst við.


Nú blíva vit so svong, at vit seta okkum á bryggjukantin við eini fiskafrikadellu.


Á norðursælandsku strondini Udsholt er ikki udsolgt. Her er frítt og óspilt útsýni, tí A.P. Møller hevur sæð til, at øki er friðað í 1979.


Seglbátar fara framvið Udsholt og fólk sóla sær á friðarligu náttúrustrondin, har hvørki pylsuvognar ella seljarar eru. Bara trøini minna okkum á havið og veðurbardu gróðrarlíkindini.


Í summarbýnum Rågeleje ber til at skifta í svimjiklæði í smølum stríputum skúrum, og so kasta seg á bláman í Hesseløvíki í Kattegat, dygst við vegin, har nógv summarhús eru til sølu.


Í Helsingør síggjast teir á skipasmiðjuni, ein risi og tríggir vanligir menn, ið ganga frá navnastrikuni Værftsarbejderne og inn á gomlu skipasmiðjuna, sum hevði hundrað ár á baki, tá hon lat aftur í 1983.


Tað er javnaldurin, Hans Pauli Olsen, sum í 2012 fekk hesa uppgávu frá Helsingør kommunu og Værftsmuseets følgegruppe, tá deyða skipasmiðjan skuldi gerast til mentanarhús, Værftsmuseet. Tá standmyndirnar vórðu avdúkaðar 5. juni í fjør, skrivaði Arbejderen soleiðis um smiðjuna, sum einaferð átti lívið í Helsingør:

"Helsingør Skibsværft og Maskinbyggeri A/S nåede lige akkurat at fylde 100 år, inden det blev lukket i 1983. Nogle af de gamle værftsbygninger er nu omdannet til Kulturværftet, hvor Værftsmuseet, eller Helsingør Værftsmuseum, ligger. Det er tidligere værftsarbejdere, Værftsgruppen, som har taget initiativ til museet, som omhandler tiden, hvor byens skibsværft byggede skibe, og arbejderklassen voksede. Det fortæller historierne om slid, støj, møg, stolthed og sammenhold i en svunden tid, hvor værftsfløjten styrede byens liv."


Tað er sum at ganga inn í ein klassiskan kovboyfilm, har stórlimaðu menninir møtast til eina seinastu uppgerð, the final shoot out fyri nón, sum á sín hátt eisini er rætt, tí her er alt mist og farið, sum savnsvørurin sigur. Við Álvi úr Skopun í baksýni, møta vit russisku Anastasia Novobranova í Nyhavn.


Anastasia er úr Omsk í Sibiria, og starvast á føroysku sendistovuni í Moskva. Hon hevur júst vitjað í Føroyum, sum partur av starvsvenjing. Vit tosaðu um møguleikarnar fyri filmssamstarv millum lítlu Føroyar og stóra Russland. Í filmsprátinum verður Skopun nevnd, og í somu løtu kemur skopuningurin Martin Poulsen framvið. Hann býr í Birkerød og eigur snurriváðsbátin Álvur, sum er beint framman fyri okkum. Skopunarbáturin, sum er gamli Núgvunes av Eiði, er bygdur í Bogense eftir kríggið. Onkuntíð er stóra verðin lítil, siga vit, Anastasia og eg, yvir skúmandi kaffikrússinum. - Merkið sameinir tykkum, har tit møtast, sigur hon og peikar á navnabrettið á Álvi. Hon hevur lært seg nøkur føroysk orð, millum annað Merkið og so vendingina einki problem.


Endamálið er at náa Sjælland runt, so sum tey hava gjørt við seglbáti síðani 1947, men í hesum føri av summarasfaltinum í bili. Vit koyra suðureftir og steðga við Haraldsborg á Islands Brygge.


Christianshavns Oplagsplads varð stovnað í 1902. Trý ár seinni fóru tey at byggja íbúðir á Islands Brygge, har føroysk og íslendsk nøvn síggjast aftur, helst tí at ein av stjórunum var knýttur til DFDS. Ætlanin var at betra slagið skuldi búgva í Langebrohus, Islandsborg og Haraldsborg, sum sæst omanfyri. Men eigarafelagið noyddist at dyrgja við ókeypis húsaleigu og tapeti fyrsta hálva árið, so vendingin at varme lejligheder bleiv eitt lokalt orðafelli. Í dag er barrin hjá Kessler og teimum, Café Haraldsborg, best kend sum eitt av teim fáu gomlu brúnu vertshúsunum í Keypmannahavn. Í dag er Islands Brygge ikki at kenna aftur, so streymlinjað er hon blivin. Vit strúka suðureftir til Kastrup, har elbilurin Tesla úr Palo Alto í California hevur danskan heimstað.


Øvundsjúk koyra vit víðari í einum koreanskum dieselriknum Hyundai, og bara hóma farran av framtíðini á hjólum. Men longu í Ishøj hoyra vit fornu elframtíðina syngja í loftinum, har tær báðar Randi & Katrine sýna fram Mellem Tårne, ið er ein upplivingarframsýning, sum røkkur heilt til loftið.


Vit eru í Ørkini, modernaða listasavninum í Ishøj, har ein heil listaoyggj verður bygd uttan um savnið, so trupult er at parkera og finna veg í øllum tí frambrúsandi virkseminum. Eitt málingablikk ella tvey, hevði eisini klætt nýslitna listasavninum, sum er kendast fyri at hava klovnu neytini hjá Damien Hirst á beiti.


Her er litføgur framsýning við steintoyi, vovnum teppum, plakatum og leikbúnum hjá danska fjøllistamanninum Bjørn Wiinblad (1918-2006), sum í mong ár var eitt stórt navn í USA, og í 1971 fekk til uppgávu at gera borðbúnaðin í Persepolis, tá Persiaríkið fylti 2500 ár. Seinni, tá átrúnaðurin fekk ræði á estetikkinum, varð alt knúst. Men eftir stendur prototypan hjá Wiinblad í Ørkini.


Umframt hesa hugtakandi borðsøgu, síggjast eisini allir teir litføgru og í mínum huga ofta dekadentu vasar og prýðislutir, sum Wiinblad gjørdi í Det Blå Hus og annars úti í heimi.


Men úti í gongini er eitt nógv litfagrari og innihaldsríkari veggjateppi, sum bretski Grayson Perry (f.1960) hevur gjørt undir heitinum The Walthamstow Tapestry (2009), ið fleiri fólk viðmæla á Tripadvisor.


Perry, sum í 2003 fekk Turner virðislønina, eins og Hirst undan honum, kann í summum førum samanberast við Wiinblad. Veggjateppið, sum er 15 x 3 metrar, samantvinnar lívsstreingin við fleiri hundrað altjóða búmerki, brands, frá føðing til deyða. Ein spísspolitisk atgerð, sum aldri hevði fallið hinum glaða og semjusøkjandi dekoratørinum Wiinblad inn at gera. Niðanfyri er teppið hjá Perry endurgivið í fyra fotobrotum.


Eftir vovnu lívsfrisuna The Walthamstow Tapestry, sum Arken í Ishøj eigur, er nýggja málið á Sælandsferðini Møns Klint, sum nú sæst millum trøðini.


Í sólsetrinum, sum sæst ytst til høgru, ganga vit oman tær brøttu trappurnar, at síggja hægsta danska forberg.


Eftir søluskeltum at døma, eru tað mest týsk ferðafólk, ið vitja henda vakra partin av Danmark.


Umframt at gerast hvít um skógvarnar av kálki, varnast vit, hvussu leys jørðin er. Summstaðni standa trøðini púra leys, men liva tó.


Í fyrsta grannabýi, Borre, fylla vit diesel á bilin. Liturprísurin á høvuðsgøtuni er eina krónu lægri enn í Keypmannahavn.


Vit koyra framvið heimagjørdu skeltunum við zimmer og stegt flæsk og persille til næsta stórbý, sum er Stege. Á torginum í miðbýnum síggja vit mest freistandi matstaðin, sum heilt vist mann borðreiða við autentiskum staðbundnum rættum.


Matskráin er so ódonsk, at tað er heilt stuttligt. Matstovan hevur kagt seg eftir at gera amerikanskar burgarar við nøvnum sum Elvis og Little Richard, hin fyrri við eggi, beykon, osti og ketsjupp, og hin seinni harafturt við brúnari sós og reyðrót, Vit keypa Chubby Checker við jalapenjos og guakomole.


Tá burgarin er komin á borðið, sigur kokkurin, at leygardagin fer Torben Lendager úr The Walkers at spæla her í garðinum. - Tað verður stórt, sigur hann, minst hundrað koma, kanskt sp mong sum hálvtannaðhundrað, og tey fyrstu fáa ein 300 gramms pylsu og eina stóra øl, sigur hann so ovurfegin. Tað er lívsælt at sanna, at ikki bara vit heima í Føroyum eru smá. Bygdalívið man vera eins allastaðni í heiminum.


Gamaní eru markirnar á Sælandi størri og munandi ríkari her enn heima.


Men tá sólin setur, er tað yvir øllum. Í hesi løtu eisini á Sælandi, sum vit - næstan - hava koyrt runt í bili, eins og siglarar og onkuntíð súkklarar, hava gjørt undan okkum.


Afturvið einum náttarbita úr gøtukøkinum hjá Cofoco le marché á Værnedamsvej á Vesturbrúgv, koyra vit út til Elisabeth og Sigurd í Brønshøj at njóta síðsta summarkvøldið á hesum sinni. Góða nátt og takk fyri okkum á Sælandi!