5.7.15

Tuflan - úr Føroya siglingarsøgu í Keypmannahavn


Í Christianshavns Kanal eru í hvussu er tveir føroyskir bátar, Vædderen, sum er ein AWI 23 bátur, og Tuflan, sum liggur út fyri vertshúsið Sofie Kælderen, har Gasolin' byrjaðu at spæla.

Um henda seinna bátin, sigur Bjarni Richardt-Mortensen, at Tuflan er ein norsk 'fjordjolle', sum Anker Mortensen, listamaður, keypti saman við øðrum fyri trímum árum síðani.

- Teir fingu hana bíliga, tí hon lak heldur illa, og hon endaði eisini á botni í Christianshavns Kanal í útvið tveir mánaðir. Men teir fingu hana upp aftur, fingu motorin at starta, og fingu jolluna so mikið tætta, at hon nú heldur seg á floti við eini automatiskari pumpu, sigur Bjarni og upplýsir, at plássið, har jollan liggur, eigur Frits Henry Richardt, ið er ættaður úr Sumba.

- Hann hevur búðleikast í Keypmannahavn í mong ár, eitt skiftið á Ovengaden oven Vandet, ið er framvið kanalini. Tá hevði hann ein føroyskan árabát, men tey seinastu mongu árini hevur eingin bátur ligið á plássinum. So tað var í tøkum tíma at Tuflan kom at liggja har, tí annars hevði hann mist plássið, sigur Bjarni, ið leggur afturat, at áhugin fyri at hava bát, er ovurhondsstórur á Christianshavn.

- Alinlangur bíðilisti er av fólki, ið gjarna vilja hava bátapláss, so tað krevst, at man hevur ein bát liggjandi, eins og krav er um viðlíkahald og útsjónd. Ein hópur av ferðafólki kemur dagliga framvið kanalini, og tískil verður kravt, at bátar eru í góðum standi, og ikki skemma tað vakra og hugnaliga umhvørvið, sigur Bjarni, nú eg avmyndaði Tufluna á blogginum í gjár.

- Nú er Tuflan ikki so vøkur at sjá, eitt sindur slitin, men sum skilst, so er ætlanin at skifta stokkar og annað í komandi tíðum. Síðani Anker og teir keyptu Tufluna eru fleiri fólk komin afturat, og tað eru ikki mangir dagar, har onkur ikki siglur í henni, sigur Bjarni at enda.

Eg takki fyri hetta forvitnisliga innlit í føroyska siglingarsøgu í Christianshavns Kanal í Keypmannahavn, og ynski bátaeigarunum alt tað besta við Tufluni.