19.8.15

Eg síggi teg so illa í mjørka


Rættvísi sigur ein flokkur. Ófødda barnið í móðurlívi, sigur ein annar flokkur. Hetta eru topparnir, eg havi varnast í kjakinum, nú almenna rúmið er latið upp fyri flokkum, sum ætla sær á ting fyri løn, meðan aðrir flokkar fara í skúla at vinna sær lærdóm. Tey fyrru hava nógv at læra av teim seinnu. Hvør í ordiliga flokkinum, har 7000 ganga, gongur inn fyri órættvísi, og ber hetta orð sum skjaldramerki í floksstovuni til gerandis í skúlanum? Eg havi so ikki sæð tann flokkin í okkara mentanarhøpi og enn minni í happingarkanningini hjá Mentamálaráðnum. Og hvør er tann, sum ikki vil verja ófødda barnið í móðurlívi, sprotan til alla tilveru og samveruformar, íroknað hin samkynda, tá fostrið røkkur giftingarførum alduri? Skal lønta fólkavalda umsorganin halda uppat tá, og ístaðin fara at spreiða tann hatur, sum vit nú hoyra úr Miðsprekkuni, at Sea Shepherd er tað sama sum LGBT? Eg havi so ikki sæð tann flokkin í okkara mentanarhøpi, sum ikki vil verja ófødda barnið í móðurlívi, fyri síðan at javnseta Watson við Eiler. Tann maktsjúki persónurin, ið sigur so, kann ikki hava gingið í skúlaflokki á okkara leiðum, so sum hann kyndir upp undir sharialógir í fólksins almannamiðili. Men her er so nógvur mjørki. Eg síggi teg ikki í mjørka, kjeri føroyski politikari. Veit ikki, nær tú prædikar um æviga vissu í tí himmalska, sum er eitt etiskt mál, meðan tú fyri hundraðtúsund um mánaðin klappar á fremsta bonki og við himmalvendum eygum syngur “Eg savna vil skattir í himni, har mølur og rustur ei ná”. Og næstu løtu ert tú, kjeri politikari, uppistandsskemtari av teim heilt kryddgóðu, men í einum mjørkatámi ert tú bráddliga breyðpolitikarin við somu frásøgusnildum, sum uppistandsskemtarin, eg fyrr loysti bilett til. Eg síggi teg so illa í mjørka, kjeri politikari. Men valdagin eigi eg atkvøðuna til verðsliga valdið. Eina, í hvussu er.