30.8.15

Eygnavitnið

Í 1980’unum høvdu vit í tvey ár eina danska lærarinnu, Karen Skovbjerg, í donskum á Læraraskúlanum. Hon hevði saman við manninum, rithøvundanum Ulrik Gräs, akkurát givið út eina antologi á forlagnum Tiderne Skifter um krígsreportarar, journalistar, sum skrivaðu av hermótinum til heimaavísina. Hon var so upptikin av hesum evni, at hon fekk okkum næmingar at lesa eina røð av bókum um krígsreportarar, millum aðrar A Roumor of War eftir amerikanska Phillip Caputo í danskari týðing, Krigslarm (1977), og Ögonvittnet eftir svenska Anders Ehnmark, eisini í danskari týðing, Øjenvidnet (1980).  Fyrra bókin er av hermótinum í Vjetnam, seinna av hermótinum í Kongo fyrst í 60’unum. Henda seinna søgan er í stuttum um ein útsendan svenskan journalist, sum hvønn dag skal skriva av hermótinum. Tað ger hann eisini. Men hann er ikki á hermótinum. Í staðin hugsar hann í barrini á Hotel Independence um rækjuborð heima í Stockholm og um meiningsdannandi maktelituna harheima. Kom í tankar um hesa bók, nú so nógv hava reportasjur og sterkar meiningar um bønarløtuna  á Vaglinum í gjar - uttan at hava verið har. At verða sjálvbestaltað eygnavitni, uttan at hava verið har. Nokkso tankavekjandi at verða mintur á svensku bókina, sum Modtryk gav út fyri 35 árum síðani. Á netinum síggi eg, at Eygnavitnið fæst í ólisnari útgávu fyri 50 krónur.