Skip to main content

Filmsfelagið nýggja sýningarskrá


Í næstu viku byrjar nýtt skúlaár og nýggj sýningarskrá í Filmsfelagnum. Um eina viku, mikudagin 19. august kl 20, sýnir Filmsfelagið týska meistarverkið Krossvegur, sum vann Silvurbjørnina í Berlin í fjør. Í filminum, sum tekur støði í Matteus 27, lýsir leikstjórin Dietrich Brüggemann (f.1976) fjúrtan krossandi støð, sum var tað Jesu líðingarsøga langa fríggjadag. Teir fjúrtan krossvegirnir eru í gerandisdegnum hjá fjúrtan ára gomlu Mariu, sum skal konfirmerast í eini strangari katolskari kirkju. Í nútíðarsamfelagnum vil hon ofra alt fyri trúar sakir. Laila av Reyni, sunnudagsskúlalærari, innleiðir sýningina. Niðanfyri sæst filmsplakatin við innsettum ummælum úr donsku pressuni. Filmurin hevur 11 ára aldursmark og verður sýndur við donskum undirteksti. Virksemið hjá Filmsfelagnum sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio og á egnum Facebook profili. Í næsta mánaði eru Filmsdagar - í felag í Havnar Bio.