Skip to main content

Fram úr mjørkanum


Nú mjørkin legðist yvir Havnina, er Framsókn enn einasti politiski flokkur, sum er sjónligur á hvørjum lyktapela í Havn. Sá kvikar ungar menn við stiga og effum í R.C. Effersøesgøtu leygarkvøldið og ætlaði at fotografera teir. Men teir vóru so skjótir og effektivir, at tá eg hevði verið heima eftir myndatólinum og vendi aftur til ástaðin, vóru teir lidnir og burtur. Aftanfyri Effo var brandgula sólin farin niður yvir einum sjáldsama einføldum búmerki - hvíta effið á brandgulari bakgrund. So er at bíða eftir næsta flokki, sum tekur sær signalplássið á pelunum í Havn - undir Pól’sa effi.