27.8.15

Gamlir menn á Info

Børnini syngja um Grønar menn frá Pluto, men í dag prentar portalurin hjá Miðlahúsinum, In.Fo, so nógvar gamlar menn, at vit kunnu syngja um Gamlar menn frá Info. Eftir stuttum tíðarbili er hini eini, Paul Watson, vigaður og í trimum førum funnin nóg interessantur at verða høvuðsevni á, orsaka meg, gamlamannasíðuni. Í trimum førum á somu síðu á sama degi. Eg eri helst ikki einsamallur lesari at halda, at hesin maður er lítið interessantur at bera so nógv fram fyri føroyskum lesarum. Men okay. Nú geri eg tað sjálvur. Men eg gravi hann uppaftur sum tíðindalík úr teirri grøv og í teirri trúgv, at vit ikki lata okkum provokera av hesum fólkaforføra, sum bara vil finna eina nýggja og persónliga The Cove søgu, so sum eg fyrr havi skrivað um á hesum bloggi. Uttan samstarv við fiskar á grunnum føroyskum vatni, finnur hann neyvan eina Cove søgu í Føroyum. Ignorera mannin og ikki eindurgeva hansara tekstir til sín sjálvs. Gloymið Watson. Tí hann er ein lygnari, og lygnin er hansara vovnað mentanarliga lívsmynstur. Kanska var hann aldri til. Hugsa tær. Eitt lív uttan Watson. Ein Watson uttan lív. Kanska er tankin ikki so fjarur. Tí lygn er list, sambært Watson, sum fyri fýra árum síðani játtaði seg sum enki annað enn ein av heimsins mongu lygnarum: