14.8.15

Grafiskt løgtingsval í hondum


Framsókn er enn einsamalt í oddinum at definera grafiska valstríðið, nú løgtingsval verður týsdagin 1. september, tað er um góðar tvær vikur. Tað sæst á heimasíðuni hjá flokkinum og við vegjaðaran kring alt landið. Framtíðin er appilsingul, í hvussu er um tú velur F fyri Framsókn. Tó so, hin andstøðuflokkurin, Tjóðveldi, hevur gjørt talmerkt prent í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Tróndur Patursson hevur gjørt reyðu grundina, og so hevur Carl Johan Jensen skrivað skaldaborin orð og setningar omaná. Við hond, og í elstu prenttøkni, sum til er á okkara leiðum, steinprenti. Minnist meg ikki hava sæð ein politiskan flokk, sum so beinleiðis og ítøkiligani knýtir politiskt samband við listina. Og tað riggar heilt væl á vegginum, eisini. Væl frágingin og funktionell valpropaganda í talmerktum sølueintøkum hjá lista E.


Hin fremsti í bókstavaraðnum, listi A, sum mikið hóskiligani kallar seg A-liðið, hevur eins effektiva propagandatænastu, við góðum grafikki á øllum pallum, og hinir báðir fyrr nevndu flokkarnir. Í snøgga yvirlitinum hjá Eiriki Lindenskov í Sosialinum mikudagin, liggur A-liðið eisini allar fremst, tá tað snýr seg um at vera í samgongu og fáa praktiska ávirkan í politisku søgu Føroya.


Men hyggja vit við grafiskum eygum eftir búmerkinum hjá lista A, so síggi eg altso bara Afrika. Ja, heimspartin Afrika. Har stendur eitt feitt A omaná svøltandi heimspartinum, Afrika. Veit, at ætlanin er at vísa Føroyar og strandaøkið sum ein grafiskan klump, men tað riggar ikki. Tá A stendur omaná, sigur myndin Afrika. Har manglar bara eitt S og so heimsparturin hinumegin hav. So er sunnara hálvkúla definerað. Sá, at Fróði, nýggja valevnið hjá lista A á Argjum, brúkar ein gamaldags valkross upp at stavinum A. Einki meir. Kanska er listi A á grafiskari oyðimarkargongd. Spyrst, so livst.