Skip to main content

Hvussu smakkar tað reina føroyska summarið?


Hóast langt er til mikkjalsmessu, sum er 29. september, hevur myndamaðurin og rennarin, Absalon Hansen, júst nú flett lomb av Hósvíks- og Hvalvíksleiðini, har hann er bóndi. Lombini hava ongantíð fingið heilivág og eru tí vistfrøðilig í orðsins rætta týdningi.

Kvøldi fyri Sjómannadagin, fríggjakvøldið 21. august, fer Áarstova at broðreiða við nýflettu summarlombunum hjá Absaloni bónda í Sundalagnum.

Um tíðina, tá fjøllini verða gingin, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sum eisini hevur skrivað nógv um føroyskan mat, at “longu áðrenn skurðtíðina um mikkjalsmessuleitið, smakkaðu føroyingar lambskjøt, tí tað var vanligt at taka nøkur lomb til hoybaragildi og til fjalldagin. Tað vóru tey, sum næstan ikki blóðgaðu knívin, tess meira gleddu tey seg, sum sluppu í hoyberagildi. Fjallmenninir gleddu seg eisini til seyðarhøvdini fjalldagin.”

Og so er ikki at gloyma summarseiðin, sum nógv fekst burturúr kring landið.


Við støði í heimligum tilfeingi, rávørum og uppskriftum, er frambrúsandi matstovuvinnan farin at hugsa nýtt og seta spennandi gómaskráir saman. Tað merkist aftur í tí samskifti vit hava við útlendingar, sum hava varnast tær gastronomisku Føroyar, ið eru spennandi ferðamál, eisini nú summarið er farið at halla og heystið stundar til.

Afturvið summarlambinum hjá Absaloni bónda í Hósvík og Hvalvík, verður borðreitt við grønmeti úr Skálavík og av Sandi, og jarðberum, myntu og aspargeseplum úr vakstrarhúsinum í Sandavági. Ja, sjálvt í vælkomudrykkinum, sum er ein føroyskur mojito, eru føroysk myntubløð og til teir enn kræsnaru gómarnar fæst ein rølikusnapsur. Omaná er sjampanja, rabarbugreytur og føroysk jarðber við feitum føroyskum róma.

Eftir hesi skrá sleppa 70 fólk í senn at smakka reina føroyska summarið í skaldabrøðrastovuni Áarstovu í 2015.

Hoyr útvarpsprát um matskránna.