29.8.15

Leygardagsbøn í Havn



Í dag klokkan eitt møttust fólk á Tinghúshvøllinum at biðja fyri løgtingsvalinum týsdagin. Tey, ið kallaðu til leygardagsbøn í Havn vóru Ann Dahl Hansen, Heine Lutzen, Svenning av Lofti og Eyðun Jacobsen. Umframt felagssang undir Merkinum varð biðið í trimum høvuðsbólkum: fyri poltiska valdinum, samfelagnum, og at enda bøn fyri fólki Guds, sum sagt verður í skránni.


Átakið er fólksligt og hvørki lagt fyri, ella vælsignað av nøkrum kirkjuráði. Bispur boðaði í gjár frá, at fólkakirkjan er ikki partur av verðsliga stríðinum upp undir løgtingsvalið. Brøðrasamkomin er heldur ikki við í tílíkum átøkum, hóast einkultir limir í staðbundnum samkomum kunnu vera við.


Bønarløtan er eitt fólksligt átak, sum hevur fingið loyvi frá Løgtingsskrivstovuni og Býráðnum, at biðja í felag, heldur enn inni við seg sjálvan, á Tinghúsvøllinum. Og sum eini bróðurin og síðumaðurin segði: ”Arbeiðararørslan er jú eisini her fyrsta mai á hvørjum ári.” Og í somu løtu vinkar ein kona til mín, og biður meg koma, har hon situr undir Tinghúsvegginum, at fáa eina betri mynd yvir vøllin. Eg kendi hana ikki, og tá eg aftur standi undir liðini á bróðrinum, staðfestir hann samtykkjandi yvir samkomuna, hvussu innbjóðandi og vinalig hesi fólk eru. Eg eri teptur og kann ikki annað, enn geva honum rætt. Her er ikki tann fíggindaskapur eg hevði væntað, tá eg hoyrdi Eyðun Jacobsen í Degi & Viku breiða seg um hjúnarbandið og humanismu sum stórstu avbjóðingar í dag, og tingformannin, sum í verðsliga betaltum politiskum heilsíðulýsingum hevur sagt, at hjúnarbandið er størsta avbjóðing í okkara tíð, meðan landið er við at fara á húsagang - av hjúnarbandinum, sambært hesum báðum.


Men her var einki at koma eftir í so máta. Í leygardagsbønini varð hjúnarbandið nevnt eins ofta og Almannaráð og skúlin. Eina ferð. Kom í tankar um veggjaskriftina á einum donskum skúlavesi: "Hugsað tær, um tað bleiv kríggj, og eingin møtti."


Tað var støðan á Vaglinum í dag. Øll, sum ikki vóru her, væntaðu kríggj, men kríggið brast ikki á. Lóglig fólk savnaðust í lógligum ørindum, hóast eg alla tíðina helt, at eg var til fríggjadagsbøn í Tehran. Men nú var leygardagur, og eg var í Havn. Ein ókeypis ferð til ein hugsaðan stað handan támið.


Eg má siga, sum Lasse Ellegaard, tá hann í Miðeysturi fekk eitt óvantæð úttalilsi frá einum ísraela: ”Hvis man som journalist ikke kan forholde sig til virkeligheden, så er man på skideren!”