31.8.15

Nýggjasta veljarakanningin


Við at trola á netinum ber til at gita seg til síður í redaktionellum skipanum. Her er nýggjasta veljarakanningin upp undir løgtingsvalið í morgin. Grátt er løgtingsvalið í 2011, og svart er veljarkanningin í dag. Stóri vinnarin í tingmannatali er Javnaðarflokkurin, Framsókn fær spáddu framgongdina, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ganga aftur. Tjóðveldi, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri standa sambært kanningini í stað í tingmannatali. Í prosentum ganga Tjóðveldi og Miðflokkurin nakað fram.