7.8.15

Post-faktuella samfelagið


Á heimasíðuni hjá fremsta stjórnarflokkinum er teigurin Væl vald orð. Í dag eru hesi vælvaldu orð at lesa:

Besti hátturin at spáa um framtíðina
er at skapa hana sjálvur

Ja, eg eri so púra samdur. Men eg siti ikki í stjórn, eri ikki limur í stjórnarflokkinum ella nøkrum øðrum flokki. Var tað ikki fyri eitt tíðindaskriv, sum sami stjórnarflokkur hevur sent út í dag, so kundi tað verið mær líka mikið. Tí her er tíðindaskrivið:


Fyrsta, eg hugsaði, vóru orðini hjá Erhard Jacobsen: Det har jeg aldrig sagt. Hann livdi frá 1917 til 2002, danski fólkatingslimurin. Og nú á døgum er tað so, at internetið kann leiða okkum aftur til enn eldri danskar fólkatingslimir, til dømis til Søren Kjær (1827-1893), sum segði: Hvis det er Fakta, saa benægter a Fakta. Í 1945 skal danski forsætisráðharrin, Knud Kristensen (1880-1962), hava sagt tað sama.

Perlan í so máta, tá umræður at avnokta veruleikan, er nývaldi limurin í Liberal Alliance, sosiologurin Henrik Dahl (f.1960). Í einum blaðkjakið herfyri segði hann soleiðis um kjakstøðið í nútíðarsamfelagnum:
Det hævdes med stigende styrke, at vi er ankommet til det post-faktuelle samfund. En samfundstilstand, hvor kendsgerninger ikke har nogen magt og alle derfor kan mene, hvad de vil. 
Gott vikuskifti og gott val, allir politiskir kannustoyparar í øllum flokkum.