Skip to main content

Slowsól


Summar er sparitíð. Sjálvt spariperur, ið einki brúka, nýtast ikki at verða tendraðar á okkara leiðum. NRK, sum vit síggja á tveimum rásum í okkara býlingi, vísa slowtv við hurtigrutuni, minutt fyri minutt. Hevði tað verið installasjónslist við kurateraðari superrealismu, so hevði eg skilt tað. Men nei. Í morgun vísa báðar rásirnar upptøkur úr Egersund við óforpliktandi práti í summarsól afturvið harmoniku. Og so grína tey býtt og skútan skúmar longur fram á leið. Nordahl Grieg er ikki umborð. Stavnhaldið er ein havn onkustaðni fyri framman, men málið fyri siglandi norska almannamiðilin er einki. Í hvussu er ikki hjá mær at síggja. Sjálvstýrarin er settur til, akkurát sum hjá okkum og hjá DR um summarið. Feriuavloysarar hava Sommeråbent og skipa Ferðalið, sum tosar óforpliktandi snakk við bøndur á bygd um seyðar og lívið fyrr enn nú. Uttan nærveru. Tað kann jú blíva forpliktandi og beinleiðis óbehagiligt at nema við nútíðina. Summar er ikki bara góða gamla agurkutíðin. Nú er tað eisini fult lógligt slowsólarvarp. Tað passar væl til tað sannkenning, eg leingi havi gingið við. At samstundis sum tøknin hevur demokratiserað og gjørt allar miðlar lættari atkomuligar, verður innihaldið ikki bara útveitt. Tað verður burturveitt. Undantakið beint nú er Gunnar Nolsøe, sum við einfaldari mikrofon endurskapar 75 ár gomul krígsminni, sum vit ikki vistu vóru til. Tað er eitt miðlaavrik. Men restin. Tað er gjørt í teirri vón, at eingin lurtar, lesur ella hyggur. Og tað er galdandi fyri allar almannamiðlar á okkara leiðum. Einki summar hevur slowsólin staðið lægri yvir KVF, NRK og DR.