25.8.15

Stór, størri, størsta


Valplakatirnar vaksa hvønn dag. Tær verða bara størri og størri. Higartil havi eg hildið, at henda plakatin hjá Bárði Nielsen úr Sambandsflokkinum hevur verið hin størsta og avgjørt best plaseraða. Hon er á vegginum hjá Smápartafelagnum Vest Invest, hjá Skilling tey kalla, í Bøkjarabrekku mitt í Havn. Men í dag sá eg, at Sonja Jógvansdóttir, hon, sum við hepni hevur nápað politikarasloyfuna minus polkaprikkarnar frá Óla Breckman, hevur plakathersett næstu grannahúsini, sum eru á Tinghúsvegi 13. Saman við Annlis hevur hon júst keypt húsini frá Eik. Gott at kapitalurin verður trongdur út úr miðbýnum. Ja, kundi hugsað mær ein flokk, ið hevði tað sum fremsta skildramerki. Kapitalin út úr miðbýnum. Á nýkeptu húsini hevur Sonja sett valplakatir á tveir húsaveggir, og man við hesum horni á Tinghúsvegnum eiga størstu valplaktina í Havn til løgtingsvalið í 2015.


Men enn er ein vika til valið. Og enn eru flokkar, sum í ramasta álvara gera hjúnarbandslógina til fremsta politiska stríðsmál í okkara visnandi heimastýri, sum er uttan sprota, veldissprota. Kanska er nógv meiri enn ein vika til val. Ja, kanska sleppa vit aldri at hava val aftur í Føroyum, eftir at prestar hava hersett Tinghúsvøllin leygardagin.


Eftir politiska sjónvarpskjakið í kvøld, er størsta avbjóðing í Føroyum í dag, at verja almenningin móti teirri religiøsu fanatismu, sum longu er sloppin á ting og er inngrógvin partur av politisku skipanini. Helst er tað størsta avbjóðingini. Religiøst rot. Hóast halgabók greitt sigur, hvør er størstur.