Skip to main content

Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum


Fitt av fólki møtti til fernisering hjá Zachariasi Heinesen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík dag. Hetta er søluframsýning við 26 verkum, flestu oljumálningar, og nakrar akvarelmyndir, sum hanga uppi í august. Zacharias er føddur í 1936 í Havn og tók listarliga útbúgving í Reykjavík og í Keypmannahavn. Í 2006 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Zacharias er millum tey listafólk, ið fáa Sømdargávu Landsins.


Hetta er sjeynda framsýningin, sum Gamla Seglhúsið skipar fyri í ár. "Sum heild hava tær eydnast væl í hesum søguligu hølum, sum eru meir enn hundrað ára gomul, og umframt framsýningarhøli eisini hýsa skeiðshølum og reklamuvirkinum Grafia,” sigur Símun Gullaksen í fundarhølunum niðriundir, har akvarellmyndirnar hanga.


Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt røðu og setti framsýningina. Hann segði Gamla Seglhúsið verða ein spennandi listadepil í býnum. “Í einum gomlum og sjarmerandi umhvørvi hava vit fingið eitt spírandi umhvørvi við framsýningum av dygdargóðari føroyskari list. Í dag bjóða vit havnamanninum Zacharias Heinesen vælkomnum til Klaksvíkar. Eg má siga, at tað er ein heiður og ein fragd at ynskja tær vælkomnan til okkara bý við tínari list, Zacharias!”


Frammanfyri málningunum hugleiddi Jógvan Skorheim natúrligvís um skiftandi veðrið, ið er ein av inspiratiónunum í føroyskari myndlist. “Hetta vikuskiftið hava vit upplivað, hvussu náttúran hevur spælt við litum og lívi. Skiftandi veður hevur kastað blankar sólstrálur á landslagið og stundum oyst okkum undir í regni. Í gjár upplivdu vit partvíst ein dag við summarveðri av besta slagi, har alt tóktist standa í fagrasta blóma, og partvíst gjørdist tað ein dagur, har regnið skolaði og skýggini drógu ein tóna av tí myrka, tí gráa, inn yvir landið. Tað er ikki løgið, at nógv føroyskt listafólk finna íblástur í okkara náttúru, í landslagnum, í spælinum millum litir og skap. Eg vildi næstan sagt, at tað vildi verið løgið, um listafólk í Føroyum ikki høvdu eitthvørt samband við náttúruna og landslagið, tí vit liva so tætt at tí allatíðina.”


Jógvan Skorheim segði, at Zacharias Heinesen er ein av profilunum í føroyskari list seinastu áratíggjuni. “Hann hevur sett spor eftir seg, og hann hevur givið íblástur víðari til onnur listafólk. Í sínari list hevur hevur Zacharias arbeitt við styrkini og spælinum í litum og litsamansetingum. Landslagsmálningarnir hava eitt nú funnið síni tema í bygdini við havið. Húsini skapa mynstur í samanspæli við fjøll, sjógv, skýggj og lendi, og úttrykkið er sterkt. Eisini menniskju, djór og plantur hava verið partur av verkunum hjá Zachariasi.”


Borgarstjórin takkaði eisini Jastrid og Símun Gullaksen, sum reka Gamla Seglhúsið. “Tit skulu eiga stóra tøkk fyri, at tit geva okkum frægar listarligar upplivingar her í húsunum. Tað hevur stóran týdning fyri fólk og bý, at vit hava møguleikan at leita á framsýningar – og tit hava megnað at fingið nøkur av okkara bestu og kendastu listafólkum at sýna fram her í býnum. Takk fyri tað!"


Ungi klaksvíksingurin Hans Andrias Jacobsen sang og spældi tvey løg. Eftir hetta varð ábit og ein leskur afturvið. Fleiri  nýttu høvi at heilsa uppá listamannin og ogna sær eitt av listaverkunum. Millum annað eitt danskt læknapar, sum hevði búð í Klaksvík fyri 30 árum síðani og nú vitjaði aftur.


“Vit leggja okkum eftir at hava viðurkend føroysk listafólk, sum hava ríkað okkum við teirra evnaríku gávum innan myndlist,” sigur Símun. “Listaframsýningarnar í ár eru fyriskipaðar sum stakframsýningar, har listafólk hava framsýning í ein mánað í part. Í september kemur Bárður Jákupsson, í oktober Tróndur Patursson, í november Øssur Mohr og í desember kemur Edvard Fuglø at sýna fram. Hetta er ikki bara eitt gott átak fyri norðingar, men fyri allar føroyingar, sum hava áhuga í føroyskari myndlist. 85% av landinum er samanbundið og hevur ein koyriradius innanfyri ein tíma, so møguleiki er hjá flest øllum at vitja og tað lættliga. Tað er ókeypis at vitja og øll eru vælkomin,” sigur Símun Gullaksen.


Gerandisdagar eru framsýningarnar í Gama Seglhúsinum opnar frá kl. 14:00 til 17:00 og í vikuskiftinum er opið sunnudagar frá kl. 14:00 til 20:00.


Innan vit fóru úr Klaksvík steðgaðu vit úti í Grøv, har vit fingu okkum kaffi og ein breyðbita við skerpikjøti úr Kollinum á Eiði.


Á leiðini suðureftir steðgaðu vit í skúlagarðinum í Gøtu at hyggja, um sama áskrift yvir inngongdini enn stóð á veginum. Jú, so var. Og um hornið sæst niðan á loftsvindeyguni hjá ommu og abba, har Bodil onkuntíð setti plátusplaran og spældi Everly Brothers. Onkuntíð kann tykjast, sum tíðin stendur still, og alt er sum fyrr. Serliga sunnudagar.