29.9.15

Altjóðagerð við handilsdiskin


Hetta havi eg ikki sæð fyrr í føroyskum handli. Kamelsteik úr Avstralia, pytonslanga úr Vjetnam og zebrasteik úr Suðurafrika. Millum alskyns fuglar, neyt, seyð, krokodillur, fisk og skeljadýr, fryst og feskt, var alt hetta at síggja í Miklagarði í dag. Men sami handil sleppur ikki at selja heimliga skinku og ost av Trøllanesi, sum síggjast á myndini niðanfyri. "Vit høvdu sjálvandi ynskt at kunna selt ost og skinku, sum eru turkað í Føroyum, men tað vísur seg at vera ein avbjóðing," sigur Regin W. Dalsgaard, sum er býlings- og marknaðarstjóri í SMS.


Í gjár hoyrdu vit annað føroyska fólkatingsumboðið siga frá um Føroyar á sponskum í Catalonia, og eitt løgtingsumboð siga frá um Obama og Putin í ST-bygninginum í New York. Samstundis lósu vit í størstu donsku avísini, at triðja hvørt skip hjá Maersk hevur ein føroying við róðrið, og at føroyingar flúgva heimsins størsta flogfar. Á mentanarøkinum hava vit vunnið virðisløn á eini filmstevnu, sum er millum tríggjar tær størstu í verðini, og í Moskva vilja tey ikki bara hava laks og hummara, men eisini film úr Føroyum. Og fyrsta dagin síggja vit ein kilenskan film um prestar, sum hava gjørt seg inn á børn og verða sendir til El Club og so síggja vit eisini nýggjasta Macbethfilmin og dokumentarfilmin um Malala. Í heimliga dunnuhylinum er onkuntíð neyðugt, at vit minna okkum á, hvussu langt vit eru komin í altjóðagerðin. Gjørdu vit tað oftari, so fingu vit kanska fleiri granskarar upp av botninum í dekadentu rillufoyruni. Og tað nýtist als ikki at verða turrisligt.