Skip to main content

Danska gentan fer helst at vinna Oscar


Í hesum døgum verður elsti filmfestivalur í Verðini hildin í Venezia, Mostra Internazionale d'Arte Cinematografica della Biennale di Venezia. Festivalurin varð stovnaður í 1932 og verður saman við Cannes og Berlin kallaður ein av The Big Three.

Ein av mest serkmerktu filmunum í Venezia, er The Danish Girl, ið er søgan um danska landslagsmálaran Einar Wegener (1882-1931), sum í 1931 var fyrsti tvørkyndi persónur, at verða skurðviðgjørdur, so hann bleiv kvinna.

Fyrst fór svenski leikstjórin Lasse Hallström undir ævisøguliga filmin við Nicole Kidman í høvuðsleiklutinum, og Rachel Weisz sum Gerda Wegener, men tey sleptu ætlanini.


Við 100 milliónum krónum í kassanum hevur amerikanski Tom Hooper tikið leikin uppaftur við Eddie Redmayne í høvuðsleiklutinum sum Einar, ið verður til Lili Ilse Elvenes, kallað Lili Elbe, og svensku Alicia Vikander sum konan Gerda. Filmurin er innspældur í Týsklandi, í Keypmannahavn, Brússel, London og á oynni Vigra í Romsdalen í Noregi.

The Danish Girl byggir á bókina hjá David Ebershoff um lívið hjá Einar Wegener, sum varð borin í heim í Vejle í Jútlandi, og doyði tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina sum Lili Elbe í Dresden í Týsklandi, bara 48 ára gomul. Her sæst 'Lili Elbe' í 1926.


Eftir at The Danish Girl fyrstu ferð er sýndur alment í Venezia, eru fleiri ummælarar, ið siga at filmurin er upplagdur Oscarvinnari. Danskir ummælarar eru serliga fegnir um at síggja Nyhavn, Kongaliga teatrið og Magstræde í Keypmannahavn. Filmurin um søguligu donsku gentuna verður frumsýndur 4. februar í 2016.