21.9.15

Eg eri ikki ein Óli P


Ikki er tað lætt at vera konufólk á tingi. Í hvussu er, tá persónliga hugsjónin av onkrari orsøk ikki fæst at sampakka við floksapparatið, sum valevnið hevur stríðst fyri og selt sína sál til. Hvør skal siga, tú kundi bara valt ein annan flokk, um tað ikki gongst eftir vild. Ella hildið teg burtur, tí her eru bara menn. Ordiligir menn, ið standa við teirra mótigu meiningar, hóast vit vita, hvørjir vingluskøltar teir altíð eru, tá atkvøðast skal. Tað er sjón fyri søgn. Men her eru eisini menn, sum føra satirupennin, stjórna bløðum og miðlum, og sita í formansessinum í Demokratia. Uttan undantak hava allir hesir menn til felags, at teir fara í skøkjuorðabókina at finna orð og evni, ið lýsa ótrúgvu kvinnuna, tá hon skiftir flokk, ella - eins og maðurin, ið altíð sleppur snikkaleysur - skiftir meining, og atkvøður annarleiðis, enn vit høvdu væntað. Tá verður sagt, at hon tekur lakktaskuna, og ger seg til at tøla impotent mannfólk, ið langt síðani eru farin um pensiónsaldur. Í dagsins tekning á Portalinum hevur enn ein pensionistur við pissilingi gjørt eina tingkvinnu til skøkju millum sengur hjá ivasomum monnum. Annika í Dímun er blivin til Annika í dýnum. Hetta er altso so langt úti, at tað ger bæði happing, niðring og tælufrælsi til skammar. Hetta er so old school og smakkleyst, at eg vamlist. Fyri stuttari tíð síðani tók allur heimurin av givnum orsøkum undir við franska saturiblaðnum Charlie Hebdo, og søgdu seg í talufrælsins navni vera ein samhugaðan Charlie, je suis Charlie. Í dag eri eg í hvussu er ikki ein Óli P. Hann er so langt frá øllum eg kann góðtaka, at henda mánamorgun vil eg banna hann niður og norður. Eg eri ikki ein Óli P.