Skip to main content

Filmsdagar - í felag



1. filmur: Livjatan
Mikukvøld í Havnar Bio 9/9 kl 20
Intro í Kaffihúsinum kl 19: Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum

Fyrsti filmur á Filmsdøgum - í felag er ein eksperimenterandi amerikanskur fiskivinnufilmur, LIVJATAN. Hetta er dýrið í sjónum, sum bíbliusøgur siga um. Amerikanski heimildarfilmurin úr Norðuratlantshavi hevur tikið navn úr hesum bíbliusøgum. Á nýskapandi surrealistiskan hátt lýsir LIVJATAN sjólívið, sum tað sæst og hoyrist, uttan orðaskifti og frágreiðingar. Við fleiri smáum GoPro myndatólum fylgja vit manningin á botnfiskabátinum Athenu, ið er ein av 500 úr havnabýnum New Bedford í Massachusetts, har eisini søgan um Moby Dick stavar. Tey, ið hava gjørt filmin, eru bæði tvey mannfrøðingar, ið eisini starvast sum listafólk. Bretski Lucien Castaing-Taylor er leiðari á The Sensory Ethnography Lab á Harvard Universitetinum í Cambridge í Massachusetts, og franska Véréna Paravel starvast á The Museum of Modern Art í New York. Umframt granskingarstørvini, hava bæði gjørt fleiri listaliga nýskapandi filmar um evnini, tey granska. Eitt nú hevur Lucien gjørt film um bøndur og seyðahald í Montana í filminum Sweetgrass. Í hesum filminum, LIVJATAN, lýsa tey sjálvt fiskivinnuarbeiðið, havið, maskinorkuna og medspælararnar, sum bæði eru menniskjað og umhvørvið. Meðan aldurnar duna, trossarnir spennast og maskinan hostar, ganga manning og granskarar við snurrandi myndatólum, so vit í spælifilmslongd fáa eina óvæntaða fatan av lívinum umborð, ikki minst í náttarmyrkrinum.



Fiskimannafelagið stuðlar og bjóðar skipskeks og Slupp-øl afturvið sýningini í Havnar Bio. Frá klokkan 19 og til á midnátt bjóðar Fiskimannafelagið til opið hús í Kaffihúsinum undir Bryggjubakka.

Leviathan (Lucien Castaing-Taylor & Verena Paravel, USA 90 min 2012)

Mikudag 9. september 2015 kl 20:00 í Havnar Bio

2. filmur: Amy
Hóskvøld í Havnar Bio 10/9 kl 20
Intro: Greta Svabo Bech, sangarinna

Fleiri heimildarfilmar um kendar persónar á altjóða tónleikapallinum eru komnir í ár. Tann filmur, ið flestu hava sæð og ummælarar hava verið fegnastir um í øllum okkara grannalondum, kemur nú til Havnar. Tað er filmurin um bretsku Amy Winehouse, sum doyði 27 ára gomul í 2011. BAFTA-vinnarin Asif Kapadia hevur gjørt henda hugtakandi biograffilmin, sum einans ber fornavnið á sangarinnuni, AMY. Umframt sjálvsagda tónleikin, sum gjørdi hana so væl umtókta, fáa vit innlit í heimalív, privatar filmsupptøkur og inniligar samrøður við familju og starvsfelagar í góðar tveir tímar. Amy Winehouse fekk fimm Grammyvirðislønir fyri útgávuna ”Back to Black í 2008”, sum higartil er mest selda tónleikaútgávan í Bretlandi í hesi øldini. Sjangran er klassiskur soultónleikur, R&B og blues. Sangarinnan Greta Svabo Bech fer at introdusera filmin um Amy Winehouse. Aftaná er høvið at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

Amy (Asif Kapadia, Bretland 128 min 2015)

Hósdag 10. september 2015 kl 20:00 í Havnar Bio


3. filmur: The Salt Of The Earth 
Fríggjakvøld í Havnar Bio 11/9 kl 19
Intro: Sunva Eysturoy Lassen, fotografur og fotolærari

Tað er fremsti evropeiski filmsleiksjórin seinastu mongu árini, Wim Wenders úr Týsklandi, sum í filminum THE SALT OF THE EARTH lýsir ferðandi fotografin Sebastiao Salgado. Wenders hevur gjørt filmin saman við Juliano Ribeiro Salgado, ið er sonur Sebastiao, sum í 40 ár hevur ferðast, at lýsa tær broytingar, sum menniskjan elvir til og er partur av um allan heim. Hann hevur eygleitt søguligar stórhendingar, altjóða tvístøður, stríðsmál og tá ein heil tjóð flýggjar. Nú kannar og avmyndar hann støð, har eingin hevur verið, og villini djór og plantur í stórbæra landslagnum: eitt fotografiskt avrik, sum neyvan hevur sæð sín líka, har Sebastiao Salgado fagnar heimsins vakurleika, frá hvítabjørnini á norðpólinum til gróðrarmikla frumskógina í syðra Afrika. Sunva Eysturoy Lassen, sum er fotografur, fotolærari á miðnámi og rekur fyritøkuna Mureldur, fer at introdusera ferðandi fotofilmin hjá Wim Wenders um Salgado. Aftaná er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

The Salt of the Earth (Wim Wenders & Juliano Ribeiro Salgado, Frakland, Brasil & Italia, 110 min 2014)

Fríggjadag 11. september 2015 kl 19:00 í Havnar Bio 


4. filmur: Flýggjan til frælsi 
Leyarkvøld 12/9 kl 19
Intro: Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum

Saman við Lærarafelagnum bjóða vit til hesa sýning, har Viggo Mortensen er lærari í fronsku søguni hjá Albert Camus um frælsisbardagan í Algeria. Vit eru í 1954, tá Daru, ið er lærari í fronskum, fær til uppgávu at leiða Mohamed, sum er dømdur fyri morð, til næsta fangahús. Lærarin og Mohamed eru bygdafelagar og noyðast at samstarva á ferðini, tí arabiskir reiðmenn og hevndarfull niðursetufólk eru eftir teimum. Á vandamiklu ferðni knýta teir eitt óvantæð vinaband, ið skal bera ella bresta, tá Daru skal handa Mohamed til myndugleikarnar. Aftaná er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

Loin des hommes (David Oelhoffen, Frakland 101 min 2014)

Leygardag 12. september 2015 kl 19:00 í Havnar Bio


5. filmur: 1001 Gramm 
Sunnukvøld 13/9 kl 20
Intro: Theodor Eli Dam Olsen, formaður í Prestafelagnum

Saman við Prestafelagnum bjóðar Filmsfelagið og Havnar Bio til fimta og seinasta filmin. Hann er norskur og kallast 1001 GRAMM, og er um at máta hvørt nikk og prikk í sjónligu tilveruni. Leikstjórin Bent Hamer sigur søguna um vísindakvinnuna Mariu, sum er í starvi á Justervesenet, har alt verður vigað og mált, kilo og metrar. Tá søgan tekur við, skal Maria til París at kanna, um eitt kilo, sum er skrásett í Noregi, veruliga vigar tað sama sum í restini av heiminum. Á ferðini til franska høvuðsstaðin fer alt í smildur, og hon fer at leggja misnøgd og sorg, men at enda eisini kærleika, í vágskálina. Tá kemur hon eftir, at tann, ið einki hevur at bera, ber hina tyngstu byrðina. Aftaná sýningina verður drigið um vinningin, sum er ferð fyri tvey frá 62°N á filmfestival í Edinburgh. Eftir hetta er høvi at vitja Sirkus og skifta orð um filmin.

1001 Gram (Bent Hamer, Noreg & Týskland 93 min 2014)

Sunnudag 13. september 2015 kl 20:00 í Havnar Bio




Fimm fyri trýhundrað 

Fert tú í forhøllina í Havnar Bio frá í dag, mánadegi 24. august, og keypir atgongumerki við skivuna til allar fimm filmarnar, so fært tú atgongumerkini fyri trýhundrað krónur. Keypir tú støk atgongumerki, antin við skivuna ella á netinum, so kosta tey hálvfems krónur hvørt, ella fýrahundarð og hálvtrýss krónur tilsamans. Hálvtannaðhundrað krónur eru sostatt at spara, um tú frá og við í dag fert til biografskivuna og ognar tær atgongumerki til allar fimm filmarnar, sum verða sýndir undir heitinum ”Filmsdagar - í felag”.

Vinn ferð á 70 ára filmstevnu í Edinburgh

Ferðaskrivstovan 62°N stuðlar tiltakinum “Filmsdagar - í felag” í Havnar Bio. Stuðulin er eini ferð fyri tvey til Edinburgh International Film Festival, sum fyllir 70 ár í juni næsta ár. Tey, sum vilja vera við í kappingini um ferðina hjá 62°N til altjóða filmfestivalin í Edinburgh í 2016, skriva navn og telefonnummar aftanfyri á persónliga atgongumerkið, sum er eftir, tá kontrollørurin hevur fingið sín part, til tær sýningar, sum ganga undir heitinum “Filmsdagar - í felag” í Havnar Bio í døgunum 9.-13. september í 2015. Eftir sýningina verður atgongumerkið við áskrivaðum navni og telefonnummari á lagt í ein svartan kassa í forhøllini í Havnar Bio. Vinningurin, sum er eitt gávukort frá ferðaskrivstovuni 62°N, hevur eitt virði, ið er 10.000 krónur. Gávukortið kann eisini nýtast eftir egnum ynski. Drigið verður í biografhøllini eftir seinastu sýningina, sum byrjar sunnukvøldið 13. september í 2015 klokkan 20.

Ole Wich gjørdi búmerkini