Skip to main content

Flóttafólk í okkara heimsparti


Skakandi tíðindi um flóttafólk í okkara egna heimsparti, Evropa, eru ovast á breddanum í hesum døgum. Samstundis sum vit hoyra granskarar siga, at heimsins fátækradømi kann strikast og verða søga eftir fimtan árum, bara vit vilja, so tekur ein nationalisma seg fram í Evropa, ið fær fleiri at ræðast globalisering og alt, sum er fremmant. Vendukápuligir breyðpolitikarar eru skjótir at lofta hesum rákinum av ótta, men lukkutíð eru feløg og einstaklingar, sum mótvegis politikarum ikki lata seg taka av fótum. Í Íslandi eru til dømis 11.000 húski, sum bjóða flóttafólkum býli. Í hesum evropeisku byltingartíðum kom eg í tankar um ein stuttfilm, sum í fimtan minuttir sigur søguna um at flýggja frá tí vesala til vónríka ljósið. Tað er filmuri Bawke, sum Hisham Zaman (f.1975) gjørdi í Noreg í 2005.


Heitið er kurdiskt og merkir pápi. Hisham var sjálvur ungur, tá hann flýddi úr Kurdistan í Irak til Noregs at búgva. Í filminum lýsir hann faðir og son, sum flýggja úr krígsrakta heimlandinum, gjøgnum alt Evropa og til Norðurlond. Pápin vil gera alt fyri sonin, so hann fær eitt gott lív í einum tryggum landi uttan kríggj, Noregi. Á hættisligu ferðini hevur drongurin bara pápan og eitt spælikort við einum kendum fótbóltssapælara, Zidane, á, at halda seg til. Teir eru einsamallir í felag, men skilligt er, at vegir teirra fara at skiljast. Skilnaður er tematikkurin. Í allari almindelighet plagi eg at siga, at filmur er sterkasti miðilin. Ikki minst at fortelja okkum um trongstaddar lagnur úr londum, sum eru púra fremmand, men tó í okkara heimsparti á okkara døgum. Hesin filmur, Bawke, sigur uttan nakað hóvastak, ta sterkastu, mest nemandi og viðkomandi flóttafólkasøgu, eg havi rakt við, síðani evropeiski flóttafólkaspurningurin nú so bráddliga tók seg upp. Far og hygg eftir filminum. Hann liggur opin á netinum. Beint her. Tá tú hevur hugt, ert tú vælkomin at skriva eitt ummæli niðanfyri.