Skip to main content

Haldis Svabo Jørgensen vann ferðina


Haldis Svabo Jørgensen varð hepni vinnarin, sum Fjóla Skaalum dróg úr svarta filmskassanum, sum hevur staðið á skivuni í Havnar Bio, meðan Filmsfelagið hevur skipað fyri Filmsdøgum í felag síðani mikudagin. Systurin, Annika, sum var í biograf í kvøld, tók móti vinninginum frá Fjólu. Seinasti filmurin var hin norski 1001 Gramm, sum Theodor Eli Dam Olsen prestur og formaður í Prestafelagnum, innleiddi.


Øll, ið hava keypt eitt atgongumerki til Filmsdagar í felag, kundu skrivað navn og telefonnummar á baksíðuna á brúkta merkinum, leggja tað í svarta filmskassan, og verða við í lutkastinum um eina ferð fyri tvey við 62 Norður á filmstevnu í Edinburgh í juni næsta ár. Tá fyllir Edinburgh International Film Festival 70 ár. Vinningurin, sum er 10.000 krónur verdur, kann eisini brúkast til aðrar ferðir hjá 62 Norður.


Filmsfelagið ynskir Haldis til lukku, og takkar fyri stuðulin frá 62 Norður. Eisini takkar felagið Fiskimannafelagnum fyri framúr stuðul, Føroya Bjór, Ole Wich, Lærarafelagnum, Prestafelagnum, Gretu Svabo Bech og Sunivu Eysturoy Lassen, miðlunum - og øllum áskoðarunum. Uttan tykkum, eingin filmur. Vit síggjast aftur á Filmsdøgum í felag!