26.9.15

Havsins fruktir eitt heystkvøld


Fríggjakvøldið vóru havsins fruktir, Fruits de Mer, kjakevni í køkinum í Barbara Fish House í Gongini Heima í Havn. Tað kendist sum vart tú mitt í París. Her var rátt, her varð stokt, her varð kókað.


Umframt fryntligu borðternurnar, vóru kokkarnir Jákup Sumberg, Johan Joensen, Kári Kristiansen, Karl Aage Hansen og Jaspur Svabo Jørgensen til arbeiðis hetta fulsetta fríggjakvøld mitt í Havn.


Á matskránni hetta dýrdarkvøld var alt samalt av føroyskum grunni, skeljafiskur og kúfiskur, veitt og lagt upp sama fríggjadag, uttan franska ostran.


John Mikkelsen heldur á øllum teymunum og kemur við fyrsta rætti, sum er einasta innflutta matvøra hetta kvøld. Tað er franska ostran av slagnum bretagne, sum er tikin í Olonne sur Mer í landspartinum Pays de la Loire út móti Biskaiavíkini.


Havi ikki sæð henda sjáldsama brellbita á føroyskari matstovu áður, hóast eg veit, at Hotel Føroyar kundi borðreiða við ostru á Kongabrúnni fyri hálvari øld síðani. Hon er opnað, so ostran verður slurpað av skelini, sum var tað ein snapsur. Smakkurin er mildur, men mettaður av havi við drúgvum jodkendum ráka, sum ein skvisa sitrón og eitt dism av grovsalti stuðlar væl upp undir. Ein langfararáki heima í Havn. Aftruvið er Drappier sjampanja, Brut Nature Sans Soufre.


So komu goggurnar úr Sundalagnum á borðið. Við altskyns kryddi í einum djúpum osta- og leyktalerki at deila við grannan. Lætta hvítvínið til henda partin av matskránni var Sancerre Blanc tradition, Domaine Bernard Fleuriet.


Aftaná ostru og goggu, var hetta høvuðstallerkurin í fyrru syftu. Fremst fyri eru jomfrúhummari og igulker úr Sundalagnum, og aftanfyri sæst jákupskel av Oyri, alt samalt veitt og lagt upp sama dag. Feskari verður tað ikki. Afturvið er sitrón og agurk.


Jóhan Mortensen, gastronomiskur entreprenørur og limur í huxunartoyminum hjá Johannesi Jensen, smakkar vælnøgdur hitt ráa føroyska igulkerið. - Hetta slær ikki falskar mentir, sigur Jóhan, sum í næstum fer suður til norðaru Ronadlsay at kanna taraseyð, aldargamla seyðin, sum bara gongur í tara og tí fær ein serligan smakk.


Høvuðstalerkurin í seinnu syftu var rokaður við øðu, kræklingi og fyltum taskukrabba úr Suðuroy. Afturvið hesum mettandi umfari var ein perlandi frísk Chablis Les Venerables Vieilles Vignes, La Chablisienne.


Omaná fekst ein leskilig dessert, krapi við blommu, og afturvið ein heystsøt Cuveé Spätlese Burgenland Weingut, Kracher.


Og so var kaffi afturvið kvøldprátinum í Barbara Fish House um havsins føroysku fruktir, rætt sum í París, har tey hava hevdina Fruits de Mer. Manga takk, øll somul!