Skip to main content

Landstýrið stuðlar fakligari undirgraving



Fyri altjóða eldradagin bar postmaðurin mær í dag eitt alternativt alfabet, sum nývaldir landstýrismenn, løgtingsmenn, fólkatingsmenn, og eisini nývrakaðir av sama slag, hava gjørt og fíggjað. Hesi fólksins umboð, summi við eini mánaðarløn, ið javnt og samt javnvigar omanfyri tær hundrað túsund, hava sett til viks, ikki bara eitt fakligt og lógliga valt ráð, men eisini eina langa røð av lærubókum, sum nágreiniliga eru lesiviðgjørdar av einum hópi av fakfólki, so tílíkar talvur kunnu verða munnrættar og brúkiligar til byrjunarundirvísing og ikki tað reina diletantarí sum hetta. Hartil eru allar hesar alment fíggjaðu bókaútgávur, plansjur, kort og talvur, sum stuðla upp undir etableraðu móðurmálsinnlæringina, teknaðar av fakliga útbúnum fólki á hægsta grafiska stigi. Tað má vera ein beiskur biti hjá teimum at síggja politikarar fíggja hetta ússaliga undirgravingarvirksemi. Við einum ónevndum pennastroki vilja hesi afturhaldsfólk seta til viks allan føroyskan fakkunnleika á skúlaøkinum og gjøgnumtrumfa sín egna pseudovidenskap, við stuðli frá settum landstýrismonnum og øðrum politiskum tungulimum. Fari slettis ikki at spyrja lógkøna løgmann, um hetta er sambæriligt við embætið sum landstýsimaður, tinglimur ella fólkatingslimur. Men fari bara at konkludera, at persónsfikseringin, sum vit sóu til løgtingsvalið, nú er farin eitt stig víðari: passar eitt alment og lógligt ráð ikki í títt kramm, so keypa vit bara eitt nýtt og bera tað í hvørt hús. Reader's Digest kallaði tað direct mail í Norðuramerika fyri hálvari øld síðani. Nú verður fyrimyndin brúkt sum beinleiðis demokrati í hvørja sprekku í Føroyum. Hvat verður tað næsta? Útberingarstuðul og eitt nýtt keypt Kringvarp?