18.9.15

So er tíðindaárið byrjað


Tá Høgni er aftur at lesa í Sosialinum, er tíðindaárið byrjað. Uppá gott og ilt. Á skrift er eingin, ið tekur Høgna í akkurát tí dystinum, sum gerandis er millum hasi bæði liðini, tað góða og tað illa føroyska liðið. Verri er við Portalinum, sum fyrr var einaráðandi samheitið við lesarar og lýsarar á báðum liðum. Nú hava tey lorkað tað so til, at høvuðssøgan hjá Stórportalinum er um ein dana, sum fyri tíggju árum síðani lá í ringari song.


Nú vit eru við ringasta liðavrikið, so má eg vísa til Kringvarpið mánamorgunin. Tá fingu vit frá morgunstundini at vita, at heilagi klovnurin Bubu, sum er á eini missión frá Gudi, hevði verið í Ísrael og gingið í Jesu sporum. Tí undraði tað meg, at hann ikki vitjaði børnini í Gaza, nú hann kortini var ørindi fyri almenna Barnaútvarpið har á leiðum. Kanska tordi hann ikki fyri bumbulúðrunum. Sigast skal, at hetta var ikki einasta Kringvarpssending úr Ísrael henda dagin. Afturfyrið kundi Dagur & Vika avdúkað, at tað var kommunustjórin sjálv, sum hevði tikið avgerðina um stólarnar í Steinatúni. Spennandi graviarbeiði hjá Degi & Viku.


Men harðasti dystur millum gott og ilt í hesum døgum, tykist mær vera í Javnaðarflokkinum. Ikki tí, eg eri ikki limur í nakrari meinigheit, heldur ikki hasari, og kenni ikki Sonju Jógvansdóttir persónliga. Men á fólksliga almenninum, Facebook, er einki mark fyri óndskapi, sum skipaði javnaðarfólk við navns nevnilsi kasta Sonju og hennara viðhaldsfólkum fyri, nú hon var so góða at heita á, at hon skaffaði teimum meir enn túsund burturvilstar atkvøður. Ja, sjálvt B71 verður brúkt at sverta Sonju við á Føroya fremsta miðili, Facebook. Politikkur er makt, og makt fær tað syndarligasta upp í fólki. Umframt avskornu beinkirnar hjá Bumsabata síggja vit á myndini niðanfyri eina einsamalla Sonju, og í baksýni sæst floksskrivstovan hjá Javnaðarflokkinum. Vit lata steinarnar í hjartaleysa túninum tala.


Nú tíðindavikan rennur út, ber Vágaportalurin tey gleðitíðindi, at Dimmalætting gevur yvirskot. Ikki tí, tað fíggjar ikki eina jaksilin í høgra undirmunni, sum nú skal erstattast eftir bit í meir enn hálva øld. Tí er gott, at Hvørnin er aftur í Útvarpinum, so vit fáa at vita, hvat ótilgjørdu vertirnir halda um Jóannes í Innistovu. Teir siga, at hann skal halda seg til brúdleypsveitslur í Esbjerg. Greitt og beint fram, okkara vegna. Einki svass. Og Rólant hevur í Morgunsendingini vant seg av við at flenna ov nógv, og hevur megnað at leggja seg eftir at tosa serisøst við seriøsar gestir. Tað er gott, tí øll eru seriøs, summi bara meir og summi minni, men altíð í seriøst rætta útvarpsformati. Men pláss skal verða fyri øllum. Um matborðið er eingin sum Kári Sólstein, at gera pláss og tosa um matmentan við Jóan Paula, uttan at verða so forniskur og støvutur, sum siðsøguligar útvarpssendingar tykjast blíva, tá tær snúgva seg um tættir. Tað formatið eigur at fáa betri framleiðslukarmar. Gott vikuskifti allir søgusigarar, gravarar og útiliggjarar!