Skip to main content

Valdagur - um ein Háls


So er atkvøtt á Hálsi í Havn og hálsurin, hin ræsti úr Kollinum á Eiði, er farin í pottin. E havi brúkt demokratiska rættin at velja, og nú eisini ólógliga møguleikan at reklamera, so sum sæst omanfyri. Vónandi síggjast vit aftur um fýra góð ár á sama stað. Men í kvøld er tað heimapotturin við hálsinum.


Í kantinuni atkvøddu vit til stuttleika, at vita, hvussu mangir møguleikar vóru at finna 33 løgtingslimir úr 7 flokkunum, hvør mundi fara at umboða mentamál, og hvørjir samgongumøguleikar munnu fara at vera. Livst, so spyrst.


Í býnum hava verið nógvar stuttligar plakatir í ymsum støddum. Her er tað Rigmor, sum hevur sett evarska smáar valplakatir á ferðslubøin uttanfyri SMS. Tær rigga væl, tí tær flagga og blunka í lotinum, tá tú strýkur framvið.


Eins litfagur á bønum er rótfesti bókstavurin E framvið øllum hinum valplakatunum.


Tað var Jógvan á Høvdanum, sum fann uppá smáu valplakatirnar. Her sæst hann við sigarett í munninum hyggja upp til ein av hinum seks flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið. Stuttlig effekt.

Enn ein stuttlig effekt av tí minimalistiska slagnum, er hon hjá Emil, sum sæst á vegnum og gonguteigum framvið hinum stóru plakatunum. Hesar báðar myndirnar tók Ole Wich.


Í ópolitiska grannalagnum gera teir klárt til fótbóltsdyst á Tórsvølli í bólki F móti Norðurírlandi fríggjakvøldið. Tá er gott at hava ein at peika, hvønn veg ein skal velja. Kanska mangla vit ein tílíkan í føroyskum politikki - ein sjónligan peikara!


Niðri í býnum knossast traðarmaðurin enn sum áður undir reyða Hvonnvegginum. Vónandi verða hann og allir føroyingar, sum knossast í gerandisdegnum, væl umboðað eftir valið.


Bæði á Eystaru og Vestaru Vág liggja bátarnir, útlendskir og føroyskir, og bíða eftir valúrslitinum. Skýggjað, men ikki ein ond, hóast politikkurin melur av ymsum ættum sum aldri áður.


Úr krókinum við Bursatanga er reyð-hvíta ketan spent fyri útsýnið til landsins leiðslu í Tinganesi. Men kanska er tað bara Ternan, sum valdagin er farin til Nólsoyar og skjótt kemur aftur.


Og so er fólkaræðisligi rætturin at atkvøða avgreiddur millum allar teir marglittu møguleikarnar á Hálsi. So hava vit sett okkara fingramerki á føroyskan politikk tey komandi fýra árini, sum vit vóna, at valskeiðið fer at vara. Nú fara vit heim og ynskja øllum eitt gott valkvøld.