Skip to main content

ABC-hjálpin


Nú vikan rennur út, kann ikki sigast annað enn, at Abc-hjálpini hevur verið hollur stuðul. Tað byrjaði tá Starvsmannafelagið skrivaði undir sáttmála við Fíggjarmálaráðaði. Tá fekk Jørgin í A fyri fyrstu ferð høvið at viðmerkja sum kritiskur andstøðupolitikkari í Útvarpstíðindunum. Nýggi leikluturin hjá A-liðnum er interessantur.

Samstundis skrivaði fyrrverandi løgmaður í B á Facebook: Tađ kennist sum avrúsingin er byrjađ. Var úti í gjár uttan fartelefon fyri fyrstu ferđ í sjey ár. Til allar mínar vinir royni tađ, tađ kennist fantastiskt, men tađ krevur mót :-) Veit longu nú, hvat næsta stig verđur, men alt viđ máta.


Beinanvegin skrivar blaðstjórin á Sosialinum hetta svar, ið talar fyri C: Fyri fyrstu ferð í sjey ár hava vit upplivað, at Føroya løgmaður ikki hevur skrivað á Facebook í ein heilan mánað. Hvat man tað vera tekin um?




Ja, tað er so opni spurningurin til eina púra ópolitiska pressu at svara. Men sama dag velur sama pressa at hava hundamoggarí sum høvuðssøgu. Kanska finna vit eitt svar á setta spurninginum hjá blaðstjóranum í ensk-føroysku orðabókini, tá kritiskt gravandi undirgrundspressan fer at fáa útberingarstuðul, og fer at læra okkum hugtakið to keep at bay: at halda einum frá sær, sum ikki sampakkar við tulkingarfelagsskapin í seldu vøruni beint nú.


Abc-hjálpin fær alla opnuna í Miðvikusosialinum, tá hann kom í hvørja stovu. Kom, sum við postmanni, ikki við hundi. Sosialgreinin er uttan byline, so spurningurin er, um ókeypis útberingin í hesum føri er keypt, ella á annan hátt lýsingafíggjað. Avsendara hevur abc-opnan í Socialinum so ikki.

Í inserat-tekstinum skilst, at nú er nakað margháttliga hent í Abc-hjálpini. Teir rættstavingargeografar, sum hava hildið uppá, at høvuðsgeografurin í Norðuratlantshavi hevur verið burtursagdur í føroyskum atlasarbeiði, hann hevur slettis ikki verið burtursagdur allíkavæl. Bæði í farnu øld og í hesi øld hevur hann verið til arbeiðis og hevur fingið løn fyri avtalað avrik. Tað hevur Abc-hjálpin ført próvførslu fyri á einum meinigheitsfundi í Miðlahúsinum í farna mánað. So vita vit tað.

Stuttligt er, tá reyða kumpasrósan umsíðir sleppur at blóma í rætta umhvørvi. Tað kann flyta bæði lond og tjóðir.


Quelle príslistin frá stóra týska vøruhusinum, Versandhandel, gav upp andan í 2009, sum sæst á myndini úr Lübeck. Tá hevði Quelle verið í fólksins tænastu í 82 ár, akkurát sum Printemps, Bulldog, Candor, Sport, Textil Messen og Daelles Varehus fyrr í tíðini. Nú er Quelle komið aftur í bókstavaraðið og handilslívið.


Tey bæði X og W komu úr skápsmyrkrinum mikukvøldið, tá Filmsfelagið vísti meistarligu týsku melodramasøguna Phoenix, har kvinnuligi høvuðsleikarin at enda avdúkar hvør hon er, og syngur Speak Low hjá Kurt Weill. Og so endar filmurin. Akkurát sum ordiligt. Aftaná er einki at tosa um. Tá er alt ov seint. Films- og bókstavaraðið er uppi. Einfaldasti og samstundis sterkasti endi á filmi í ár. Klikk á filmin og síggj.


Eftir W og X fáa vit Y frá Abc-hjálpini. Men Málfelagið avdúkar, at tað dugir ikki at stava navnið á føroysktlæraranum, sum uppilagstu gubbarnir siga seg akta mest av øllum. Teir eru ov gamlir at hava sæð Yellow, I Am Curious í 67, og geva tí føroysktlærararnum í protezt eitt Y, so hann nú fær navnaskjalið Jeffrey, sum er borið í hvørt hús. Jethro Tull sungu um hann, Jeffrey. Men tað var so ikki fyri honum, okkara føroysktlærara, teir sungu, tá teir vóru her á Listastevnu fyri tíggju árum síðani.


Z finna vit í Amazon bókahandilinum á netinum. Bleiv orðabitin av Elizabeth Bishop, tá eg í vikuni sá brasilska filmin Flores Raras. Í enskttalandi heiminum verður hann vístur undir heitinum Reaching for the Moon. Vakur, innihaldsríkur og persónslýsandi filmur, ið viðger samlívið millum amerikanska yrkjaran Elizabeth Bishop (1911-1979) og brasilska arkitektin Lota de Macedo Soares (1910-1967). Kenslan fyri staving, rútmu og orðasmíði sæst longu í fyrstu yrking, Atlasið, ja tú læs rætt. Atlasið setti hon á prent í 1946 undir uppruna heitinum The Map í savninum 'North & South'. Tað kann eg lesa á netinum, nú eg havi keypt savnið frá Amazon, og tey hava postað mær allar hennara yrkingar fyri tólv dollars og fimtan. Og so skola vit bókstavaraðið niður við sitrónte og basilikum frá Yangtzeánni í matstovuni Seven Yviri við Strond. Abc-hjálpin er góð í Havn og í allari verðini.