Skip to main content

Alfabet ella atlas?

Mynd: VP
Eftir at fyrrverandi mentanevndarformaðurin á tingi, sum gjørdi hol í Sjógv við at seta 56 spurningar um atlasið á tingsins røðarapalli, aftur var í Útvarpinum í kvøld, hevur formaðurin í Málfelagnum sent hesi fantastisku weekend-boð um alfabetið út til ødl førja følk:
Fólk kunnu hjálpa okkum við at rætta feilin við í “ Ð-kassanum” at seta eina striku í lítla “d” og soleiðis fáa eitt brúkiligt lítla “đ”. Takk fyri hjálpina.
Tað var týskvøldið 29. september í 2015 at Málfelagið, sum eisini hevur undursama titulin móðurmálinum at frama boðaði frá, at tey løgdu fram nýteknaða Móðurmálsalfabetið í Miðlahúsinum. Málfundurin boðaði frá hesi framløgu, sum byrjaði aftanfyri Nølsijar Podl klokkan átta:
1) Dan Reinert Petersen, formaður í Málfelagnum  hevur stutta kunning.
2) Jógvan í Lon Jacobsen, fyrrverandi formaður í Málnevndini, fer at tosa um teirra tilráðing um ikki at skerja tað vanliga latínska alfabetið.
3) Eivind Weyhe, limur í minnilutanum í Málráðnum, fer at tosa um hví minnilutin í Málráðnum mælir til, at tað vanliga latínska alfabetið verður viðurkent og løggilt.
4) Síðani fer Jógvan Mørkøre, geografur, at tosa um Atlassið og okkara støðu í UNGEGN-deildini í ST. UNGEGN stendur fyri United Nations Group of Experts on Geographical Names.
5) Rolf Guttesen hugleiðir um ABC’ið og Atlassið
6) Randi Meitil, limur í minnilutanum í Málráðnum, tekur samanum.
Málfelagið sigur, at øll eru vælkomin.
Nevndin í Málfelagnum er: Dan Reinert Petersen, formaður. Randi Meitil, skrivari og Regin Eikhólm, kassameistari.
Hví Málfelagið dregur atlasið inn í nýteknaða bókstavaræje, er meir enn eg kann gapa um. Hví Jógvan hjá presti hevur gingið seg á ein ST fund, er uppaftur undrunarsamari, nú vit tosa um alfabetið. Hvør er samanhangurin millum alfabetið og atlasið, kæru menn og eina kvinna?

Stavast, so livst. Tað er vist.