Skip to main content

At vera borgari í Havn


Tað er fríggjamorgun og seinasti arbeiðsdagur í vikuni. Sólin rísur yvir Nólsoynni og rakar enn ikki Skansan hjá Havnarborgarum í øllum Føroyum. Kommunan er farin at taka av honum, so rundkoyringin verður rúmligari. Í Havn er neyðugt, at lastbilar, treylarar og bingjur hava tað gott. Tað hevur borgarstjórin og hansara breiða samgonga gjørt av. Ja, hann er farin heilt yvir um gøtuna og inn í tingið at mótmæla, at undirsjóvartunnil verður gjørdur undir Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Her, sum vit nú hyggja, skal alt miðsavnast og byggjast uppfyri, allan vegin út við Strond.


Her er Petur við allari verðini og hundinum Bob Dylan á telefonini. Saman við starvsfeløgunum í skúlanum á Giljanesi er hann komin til Havnar at hoyra, hvat tilfar og hvørja ráðgeving vit í Námi hava at bjóða. Tá eg sjálvur skal siga tað, er tað ikki so lítið. Frá rokning og byrjunarundurvísing í móðurmálinum, til teldtøkar temasíður á undirvísingarportalinum Snar.


Hetta er nýggjasta temasíðan á Snar. Hon knytir seg til temadagar um skúlan og netsamfelagnum, sum verða fyri lærarum í Norðurlandahúsinum 26.-29. oktober. Temamyndin er inspirerað av einum vrakaðum plátuhúsa hjá Rolling Stones í 1968. Barry Feinstein tók myndina á einum vesi í einum Porscheverkstaði á horninum Chauenga og Hollywood Boulevard, og fekk Mick Jagger og Keith Richards at skriva credits og alt um sangirnar yvir kummuni. Tann myndin er baksíðan, til vinstru, á plátuhúsanum. Men bæði Decca í Bretlandi og plátufelagið London í USA vrakaðu myndirnar, sum ikki komu fram fyrr enn í 1984.


Meistarligi fotografurin Barry Feinstein doyði 80 ára gamal í hippiebýnum Woodstock í New York í 2011. Hann eigur myndirnar, sum prýða The Times They're A-Changin' hjá Bob Dylan, Pearl hjá Janis Joplin, GP hjá Gram Parsons og All Things Must Pass hjá George Harrison. Í 1966 var Feinstein í Liverpool í Bretlandi við Bob Dylan og fangaði hesa løtu.


Helst er Feinstein fyrimynd og inspirator hjá fleiri fotografum, sum vuksu upp við plátuhúsum í hond, og tí valdu sær myndagerð sum lívsleið. Her er til dømis kontrastríka portrettmyndin hjá Feinstein av Steve McQueen frá sama ári. Giti, at niðurlendski Anton Korbijn hevur hugt nógv eftir hesi myndini av King of Cool.


Uttan á nakran hátt at bera teir báðar saman, so bjóðar ein kulur og nýsettur forstjóri, Árni Ellefsen, inn í runda og eins nýggja høvuðssætið hjá BankNordik á Oknarvegi uppi við Húsagarð, eisini kallað Meksiko, millum Háls og Kornmansmýru, á heygnum omanfyri Gundadal í Havn.


Her sæst útsýnið tríggjar vegir úr nýggja bankabygninginum á heygnum í Havn. Fyrst úr einum av mongu opnu arbeiðsklivunum oman móti Gundadal, síðani úr fundarhølinum við sýni yvir torvheiðarnar hjá traðarmonnum og ognarloysingum í Havn, sum borgarstjórin segði, og í triða lagi útsýnið úr einum av snøggu stjórakontórunum. Eyðkennið er allan vegin heimliga listin, sum skapar dýpi og loysir upp fyri monumentalt ágangandi betongveggunum undir ljóssterka glashválvinum.


Skrivstovurnar, helst eru tær átjan, hava nøvn eftir oyggjunum. Her síggja vit hurðina inn til Stóru Dímun, og gjøgnumskygda sýnið inn í Eysturoy við heystgrønskuni kring Varðagøtu, Brandstøðina og Oyggjarvegin í baksýni.


Kjarnin í bygninginum, sum MAP og ZETA arkitektar hava teknað, er matstovan. Her sæst niður í hana úr fundarhølinum, har runda gongdini í erva eisini sæst mitt fyri, og á seinnu myndini sæst niður í somu matstovu úr minna grannakontórinum. Reyðu litirnir í sambindingargongunum og í vælvaldu málningunum, knýta tunga betongrúmið saman og gevur tí ein farra av lívi, so bygningurin ikki stendur eftir sum eitt miðaldarligt panoptikon. Væleydnað!


Ja, eg vil siga, at vælvaldu málningarnir og smáu reyðu gongirnar, har vesi og elevator eru, og so hin eini avmáldi guli veggurin við kaffimaskinuna, bjarga tunga bygninginum, sum hevðu rapa oman yvir meg, skuldi eg siti her og arbeitt uttan list.


Hesin bygningur prógvar týdningin av list á vegginum. Ikki bara list, ið passar til Wiinblad, sofu og teppi, men list, sum í fyrsta lagi er kvalifiserað til arkitektoniska rúmið, og í øðrum lagi er representativ hjá Føroya fyrsta og ivaleyst enn størsta góðvildarstovni at sýna fram. Tey eru ikki færri enn 900, verkini.


Eftir góða kórsangin, sum hoyrdist væl, har eg stóð í stóra opna rúminum, har bankamóttøkan er, spældu Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debes meðan Mikinesmálarin aftur hómaðist skarur og himmalskur í ljósa baksýninum, har kirkjan er í miðdeplinum, hesuferð væl undir havsbrúnni, men enn knýtir bygdina at havinum. Eitt yndismotiv, serliga vegirnir, ið føra inn í myndina. Annar er smalur og hin er breiður, sum ein áminnandi næmingur í sætta flokki einaferð segði í Listaskálanum.


Hesin bygningur er sjáldsamur at vitja. Uttanfyri er hann løgin, sum eitt nýlent rúmdarskip, men úr summum vinklum er hann eisini eitt klovið súrepli mitt á bønum.


Og vendi eg mær við, síggi eg bøin og Havnina. Og so eina svarta ær og eina ljósari, sum skava í fátækrabønum hjá Havnarfólki og undrast yvir, hvat tað er, ið er lent úr ytru rúmdini á grøna heygnum við hesum frálíka útsýni. And the Grass won't Pay no Mind.


Um kvøldið bjóðar Linda Mortansdóttir til útvarpsbiograf á Tjóðpallinum í ein tíma við frágreiðandi práti, sum Heidi Lava Elgarsdottir stjórnaði, aftaná. Í foyerini er Linda spent fyri hoyringina. Eitt stuttligt hugtak. Hoyring og ikki sending ella sýning. Hetta er fyrsta gjøgnumførda útvarpsmontasja eg veit um í Útvarpssøguni. Bara ein mikrofon og so ljóð og røddir, sum ganga inn og út úr ljóðmyndini, meðan vit øll sita í myrkri.


Linda kann vera errin av at hava roynt kreftir við hægstu útvarpslist, montasjuna, sum er Rolls Royce útvarp tá tað hepnast best. Við heitinum Til Lindu eru persónligu ørindini at lýsa tvíburðabeiggan, Rasmus Rasmussen, og hví og nágreiniliga hvussu, hann valdi at fara úr tíðini. Ósentimentalt og við reflekterandi frástøðu letur Linda okkum sleppa við á hesa ferð, sum tá hon er sterkast fer eina journalistiska sniðgøtu út á psykiatriska depilin at fregnast, og letur okkum sita eftir við einum hartandi tanka um ringu fysisku umstøðurnar, sum har eru, hvussu tey megnarfólk, ið har eru, so stríðast fyri teim, ið ikki orka lívið. Bravo!


Eftir hoyringina í sýningarhølunum hjá Tjóðpallinum eru tríggjar kvinnur til arbeiðis í náttarljósinum í gongugøtuni. Marjun Jógvansdóttir, sum hjálpir til, og tær báðar Eyð Strøm og Sissal Fosaa, sum seta miðbýararkitektur á breddan, so borgarin í Havn kann siga, hvat hann vil í býarrúminum, sum vit, borgararnir, eiga, og hava goldið við skattakrónum. Gott at kommunan er farin at hugsa um borgaran, nú tað aftur stundar til val og tilboðini um hallir byrja at spretta á Argjum og í Hoyvík. Haldi ikki at útjaðarin hevur brúk fyri hallum, tá vit til gerandis síggja, hvussu deyður miðbýurin er, og hvussu trupult kommunan hevur at halda hús og finna bygningar til starvsfólk. Samanborið við BankNordik er tað reint sirkus í høvuðsstaðarkommununi í hesum døgum. Men hetta er ein glotti í Havn. Spyrst, so livst.