Skip to main content

Donsk grafisk sambond


Undir heitinum Grafisk sambond sýna tólv donsk listafólk fram prent í Norðurlandahúsinum, sum eru gjørd í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Omanfyri sæst Bjørn Nørgaard, við rygginum fyri, saman við Magnus Andersson, Fríðu Matras Brekku og Jan Andersson, sum reka Steinprent. Prentini, sum eru í ymsum støddum, síggjast í forhøllini, Skálanum og Dansistovuni í Norðurlandahúsinum til 19. november.


Kendastur av teim tólv er Bjørn Nørgaard, sum hevur fingið tólv føroyskar kvinnur at posera naknar. Færøsk topografi er heitið á prentinum, har fotomyndirnar eru settar inn í náttúruna.


Bjørn Nørgaard hevur fyrr arbeitt við nakna kvinnukroppinum. Tað var í 1969 tá konan, Lena Adler Petersen, gekk við einum hvítum krossi gjøgnum Børsin sum Hin nakni Kristus.


Svend-Allan Sørensen er hugtikin av krákum og at veiða fugl. Kanska er tað ravnurin, sum er ein orsøk til at honum dámar so væl Havnardal, ravn og havn. Navnið hevur hann sett inn í sangin hjá Townes van Zandt, Black Crow Blues og býtt 'Texas mud' út við 'Havnardalur'. Her er upprunaørindið:

Well, it's a life worth the living but we all gotta die
All your crying can't do me no good
Just lower me down with a quick sad goodbye
Pour in the black Texas mud
Pour in the black Texas mud


Í Dansistovuni er Julie Sass, sum eg upplatingardagin avmyndaði á staðnum.


Hini donsku listafolkini, sum hava arbeitt í Steiprenti og nú sýna fram í Norðurlandahúsinum, eru Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Zven Balslev, Andreas Schulenburg, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Fie Norsker og Kathrine Ærtebjerg. Fyrireikararnir siga, at nú fara grafisku sambondini at verða víðkað til onnur Norðurlond enn bara Danmark. Har hevur framsýningin við donsku listafólkunum verið í Hjørring og í Kastrupgaard.