Skip to main content

Ein Skansamúrur í Havn


Hesa myndina hevur Dánjal Højgaard tikið úr stovuvindeyganum á Hellutúni 6 í Eysturbýnum í Havn.

Múrurin fremst fyri er ikki ein konsertkulissa til The Wall, ella ein endurskapan av tí múrinum, sum Pink Floyd ynsktu eins langt niður og norður, sum Ronald Reagan, tá hann á 750 ára degnum í Berlin í 1987 bað Mikhail Gorbatsjov um at 'Tear down this Wall'.

Tað hendi.

Og kanska skulu ganga 300 ár til hesin ræðandi múrur omanfyri verður tikin niður. Tí Skansin í Havn er enn bara 435 ára gamal. So eftir hesa arkitektonisku skarnsagerð, ger nú helst einki, hvussu Skansin verður innrammaður og viðfarin hinumegin, frá sjósíðuni. Má siga, at estetikkurin í Havn hevur tað ikki gott. Hvat munnu grannarnir siga, at fáa henda vegg upp fyri stovuvindeygað?

"Tear down that wall, Mister Mortensen, freistast skansabørn at siga", sigur Dánjal Højgaard, sum tók myndina.

"Minnir kanska eitt sindur um tann hjá Roger Waters. Men ei dáni í, um Skansin kennir seg álopnan frá øllum síðum fyri tíðina. 'If you cant beat it, surround it', tykist at vera uppskriftin", sigur Dánjal, sum nú hevur ta stovuútsikt, sum sæst omanfyri.

Eg øtist og eri fegin um, at eg ikki búgvi har, men havi ein høgan bakka framman fyri køksvindeygað longur úti við Strond, har neyvan ber til at byggja upp fyri. Men ilt er at verja seg fyri bygging, sum fær loyvi til at oyðileggja privata og helst dýrtkeypta útsýnið so ógvusliga, sum henda almenna bygging hjá Búseturi, sum helst man hava fingið neyðugu loyvini frá myndugleikunum, vísur. Tað er sjón fyri søgn.

Annars fer so smátt at merkjast, at tað stundar til Býráðsval. Í útjaðarunum eru kandidatar farnir at gjara út fyri atkvøðum við nýggjum ítróttahallum. Tað riggar hvørja ferð. Tí er ítrótturin so væl skipaður í allari kommununi. Verri er á øðrum økjum. Tak til dømis almenna estetikkin og skilvísið í bygging hjá kommununi sjálvari í steindeyða, men ovurhonds dýra miðbýnum, og kanska, kanska ikki, á Vestaru bryggju fyri enn fleiri skattakrónur, og so út í havið, uttanfyri Skansan. Og ikki eitt orð um kastibløkuna og heimleysa Musikkskúlan á hesum sinni.

Nógv eru ímóti havnabyggingini uttanfyri Skansan, og hava perspektiverað og grundgivið nágreiniliga fyri hví. Onnur eru fyri útbyggingini, av teirri sjálvsøgdu orsøk, at talan er um størv her og nú. Tað er sum á Eiði, tá SEV skuldi byggja út. Bara nationalromantisk Eiðisfólk í Havn talaðu at. Tey lokalu søgdu seg hava eitt stórt vatn, og fóru nú fáa eitt enn størri vatn. Hvat feilar? Soleiðis er tað.

Tá gripið verður inn í gerandisdegin við grefligum inntrivum, eru summi fyri, og onnur eru ímóti.

Men at skilaloysið er so stórt, sum sjón er fyri á myndini, har Yvir við Strond í høvuðsstaðarkommununi, tað hevði eg ikki væntað.

Mitt í myndini hjá Dánjali, aftanfyri nýggja gráa býarmúrin, sæst býarmerkið í Havn - Skansin.