20.10.15

Eplasekkjasyndromið


Sum boðað frá á valplakatunum, vildi Bárður Nielsen fyri alt í verðini gerast sterki maðurin í Sambandsflokkinum. Tað boðaði hann frá framman fyri Handverkarafelagnum í Bøkjarabrekku í tættasta trafikki í høvuðsstaðnum. Sterkari í felag. Soleiðis bleiv tað eisini og soleiðis skal tað vera. Politikkur er tráanin eftir og viljin til makt. Bárður verður nýggi formaðurin, meðan lagaligi Kaj flaggar út, tí hann, sanniliga, hevur gjørt sína hernaðarskyldu í tí flokkinum. Men óbendi viljin til makt hevur eisini eina retoriska effekt. Bæði menn og kvinnur á høgraveinginum hava ein spunasmið, sum hevur billað teimum inn, at politiskur retorikkur er sum ein eplasekkur. Tín egni, persónligi eplasekkur, sum tú hevur savnað tær í eina kúlu á rygginum. Tá tú møtir upp til siviliseraðan debatt hjá Beintu í Degi og Viku, skalt tú bara opna fyri kjaftbandinum og tøma posan út á borðið til einki epli er eftir. Soleiðis er skúlaður høgraretorikkur hjá monnum og kvinnum í føroyskum politikki. Hevði næstan gloymt tað, men Bárður Nielsen minti meg á eplasyndromið í gjárkvøldið. Takk fyri tað. Hví aðrir føroyskir politikarar, sum er á miðjuni og til vinstru, ikki brúka handan kúluspunasmiðin við eplasekkinum á rygginum, tað veit eg ikki.