Skip to main content

Fantastisk fiktión úr Noregi


Norðurlendskur filmur stendur sterkur í sjónvarpi í hesum døgum. Triði partur av svensk-donsku røðini Broen er júst byrjað, og í kvøld frumsýndi DR2 undir danska heitinum Den russiske ambassadør fyrsta part í spildurnýggju norsku sjónvarpsrøðini Okkupert. Sjónvarpssøgan, sum norska TV2 hevur gjørt, er í 10 pørtum og byggir á hugskot hjá kenda norska rithøvundanum Jo Nesbø. Søgan fer fram í eini ikki so fjarari framtíð, har USA er farið úr NATO, og samstundis finnur alla ta olju, tey hava brúk fyri í egnum landi. Borgarakríggj er á arabisku hálvoynni, so haðani kemur einki til Evropa. Sum í einum Dominospæli verður kreppa í Evropa. Tá søgan tekur við, seta øll á okkara leiðum álitið á ríka oljulandið Noreg, sum júst hevur fingið nýggjan forsætisráðharra, Jesper Berge, sum sæst omanfyri. Beint móti øllum vónum, kunngerð hann, at Noreg steðgar allari oljuboring, og fer at útvinna thorium, tí hann tekur veðurlagsbroytingar í álvara. Hetta lata ES, russar og obskur vinnilívsáhugamál sær ikki lynda. Nú kemur heitið til sín rætt - Okkupert. Innrás er í Noregi. Noreg er hersett.


Bara ein lívverji og ein journalistur, sum báðir síggjast omanfyri, kunnu dokumentera, at nývaldi forsætisráðharrin varð rændur í tyrlu, helst av harðrendum russarum, men Svøriki og ES eru eisini við í stakkato samráðingunum umborð á tyrluni. Idealistiurin Jesper Berge vil ikki geva seg, men verður tó latin leysur. Fyrstu partur endar við at russiska sendifrúan, sum sæst niðanfyri, troppar upp at tingast um krøvini, nú Noreg er hersett - uttan at nakar skal vita av tí. Men hyggjarin veit alt um lívverjan og journalistin.


Giti, at bæði russar og sviar fara at klaga um hesa sniðfundigu norsku sjónvarpsrøð, sum ger grannalondini til fíggindar og yvirgangslond. Men ganga tey ørindi fyri vinnulívið eisini?

Prísurin fyri Okkupert er 90 norskar milliónir, sum er tað mesta, ið nakrantíð er brúkt til sjónvarpsfilm í Noregi. Høvuðsleikstjóri er Erik Skjoldbjærg, sum fyrr hevur gjørt meistarligar biograffilmar sum kavarafilmin Pioneer, sum lýsti byrjanina í norsku oljuvinnuni, og spenningsfilmarnar Insomnia og Nokas. Onnur norsk filmsfólk, sum eisini hava leikstjórnað partar í sjónvarpsrøðini Okkupert eru Karianne Lund, Erik Richter Strand og Pål Sletaune.

Norska TV 2 upplýsir, at í august høvdu tey samband við russisku sendistovuna í Noregi, haðani pressutalsmaðurin Andrey Kulikov svaraði soleiðis um filmin Okkupert:
Vi er selvfølgelig vel kjent med planene av TV2 om å lage tv-serien «Okkupert» som aktivt blir diskutert i norske medier. Selv om forfatterne utrettelig understreker at handlingen er oppdiktet og har ingenting med virkeligheten å gjøre, handler serien om svært reelle land og Russland er dessverre presentert som agressor. Man bør ikke forvente noe hysteri fra den russiske siden i denne forbindelse – det er ikke vår stil. Samtidig er det selvfølgelig synd at i året når man markerer 70-årsjubileum av Seieren i andre verdenskrig bestemmer seriens forfattere – som om de har glemt om heroisk innsats av Den Sovjetiske Hæren i frigjøringen av Nord-Norge fra Nazi okkupanter – å skremme norske seere med en ikke-eksisterende trussel fra øst
Hetta verður viðmælt, ikki minst nú Russland er okkara fremsta handilssamband. Okkupert/Den russiske ambassadør skal eg síggja nýggju týskvøld á rað! DR2 sendir sjónvarpsrøðina týskvøld klokkan 22:00 og tey, sum síggja norska TV 2 kunnu síggja Okkupert uttan danskan undirtekst sunnukvøld kl 21:15.