Skip to main content

Fríggjadagur farther along...


So var aftur vikuskifti í Havn og í allari verðini. Pippi hevur fylt 70 og nú fyllur Dimma eitt, og fær tí nøkur fólk at skriva sjálvfylgiligheitir á degnum. Tó so, tær báðar kvinnurnar sum skriva, Marjun og Rigmor, eru ikki samdar um Kringvarpsgjaldið. Onnur, mentamálaráðharrin, vil krevja gjaldið inn sum eykaskatt frá øllum føroyskum løntakarum innan- og uttanlands á sama hátt sum til Sjúkratrygd í Klaksvík, meðan hin skrivarin setur uppá, at nettup verandi lisensgjald er trygdin fyri røttu brúkrafatanini av Kringvarpinum og public service hugtakinum. Interessant. Í oddgreinini í Ársdimmuni verður sagt, at tey hava arbeitt við eini talgildari skipan at lesa blaðið. Enn havi eg so ikki sæð hana. Men tað er bara eitt ár, sum er farið. Hvat er tað í einum tíðindaheimi, sum ikki hyggur upp úr papppírinum? Hyggja vit í verandi Vikublaðsdimmu, so inniheldur hon somu lesarabrøv á gomlum pappíri, sum hinir miðlarnir longu langt síðani hava latið meg lisið. Góðar, djúptøknar greinar eru um kunningartøkni, og hvussu vit hava lorkað tøknina av hondum og kanska kunnu fáa ein part aftur. Verri er, at aftast í somu Dimmu kunnu vit í dag lesa um hitt síðugesjeftið hjá vælgerðarmanninum hjá Dimmu, víkingagarðin í Kvívík. Ikki eitt fótbóltsspark, tíansheldur eitt vindblak kann berast upp fyri eyguni uttan ein sponsor. So mikið fyri óheftni í miðlunum. Dimma hevur grein um Heystframsýningina, sum eg ikki fekk stundir at vitja, tá hon læt upp. Takk fyri tað, ótroyttiligga Kinna. Men undarligt nokk, endar greinin við at staðfesta, at karmarnir høvdu verið betri, um teir vóru annarleiðis. Tað er líkasum inertiin, drívmegin og hjartaslátturin í føroyskum mentanararbeiði. Var alt bara annarleiðis, so var tað betri. Undanførslur fyri hálvhjartað avrik og einki annað. Er tað heimastýrið, sum ger tað? Í Sosialinum er disponerað annarleiðis enn í Dimmu. Har eru stórar myndir og samrøða við Amariel, sum júst í dag fyllir 70. Men forsíðusøgan er funnin á Facebook og lisin av øllum nettup har. Á Facebook. Og so eru somu lesarabrøvini umaftur. Heilar opnur við slektsøgu, og í Dimmu fleiri opnur við ferðafrásøgnum hjá studentum í fremmandum heimspørtum í øðrum døgum, sum ikki eru okkara. I couldn’t care less. Bløðini koma av gomlum vana, og flyta hetta vikuskiftið ikki ein tøddil, ikki ein soytil, sum dansk-føroyska orðabókin sigur. Eitt orð eg aldri havi hoyrt. Tí er tað deytt. Og aftur má eg siga - I couldn’t care less. Tá vørurnar, orðabøkur ella bløðini, ikki siga mær nakað viktugt, nýtt, óvæntað og upplýsandi, so eru tey mær so púra líkagyldug, hóast eg hetta vikuskiftið keypti bæði bløðini, 40+47 síður, mest sum fyri at sannføra meg um, at soleiðis varð tað aftur hetta vikuskiftið. Føroysku bløðini siga mær einki, sum eg ikki visti áðrenn. Tey sannføra meg bara um pappírsspillu. Spilla av pappíri. Skrivað, rættlisið, umbrotið, prentað og borið út. Til onga himmalsins nyttu. Ikki eingang Høgni var góður hesa ferð. Og Kringvarpið bendir á, at var dómarin ikki úr Eysturríki, høvdu vit vunnið. Tað er so vist og satt. Men Dagmar var framúr í seinnu Sjónvarpssending um Hitt Slagið í gjárkvøldið. Í hesi sending var vemmiliga kristiligheitin serliga sjónlig í sínum forkvaklaða makt- og menniskjasýni, ein óndskapsfull spennitroyggja, sum úr miðøld skal kroystast yvir ómælandi føroyingin. Hesir politikarar avdúka seg sjálvar í teirra ótæmdu greði eftir mammon og jarðiskari makt, meðan teir við himmalvendum eygum syngja Eg samla vil skattir í himli, har mølur og rustur ei ná. Lukkutíð hava vit visjonerar politikarar, í hesum føri var Finnur Helmsdal, sáli, hin fyrsti, síðan LGBT-rørslan, sum saman við Rigmor, Poul og Bjørt, og nú Sonju, Honnu, Kristionnu og Bjørt, sum aftur gera eina roynd at flyta landið rætta vegin. Gev okkum fleiri sendingar, ið saman við nýggjum seriøsum aktørum flyta okkum burtur frá ellispatriarkunum - sum í dag kunngera, at teir praktisera skúlabókasensur í Hoydølum - og definera ótilgjørda føroyingin, ið vil longur fram á leið, sum Heðin Brú segði í eftirhondini slitnu, men enn aktuellu taluni frá fedrunum. Farther Along. Og at geva afturhaldsmótpartinum turt uppá, sum Martin Sheen, forseti, ger við ein lærdan meiningsdannara í hesum broti, vit diskuteraðu afturvið kaffinum í morgun, og sum er úr sjónvarpsrøðini West Wing:


Henda regnváta og konrastleysa fríggjamorgun er Havnin tó enn svørt-hvít, so langt eygað sær. í hvussu er úr bilinum.


Men við Ringvegin fekk eg eyga á nakrar littar ferðslulutir har uppi á Hálsi. Suzuki Viagra, bláar og svartar. Kanska er tað ein nýggjur trendur, at jarða svart-hvíta høvdingasamfelagið, sum hysteriskt hevur hildið um alt her í landinum, frá alfabeti til miðlar og óloysing. Nú skulu litir aftur á breddan. Vit byrja varisliga við bláum fram við Ringvegnum.


Cheer up my brother, we live in the sunshine. Klokkan tíggju verður kunngjørt á Nobelheimasíðuni, at fólkaræðisligi tunesiski bólkurin, sum ikki spælir jazz, men kallar seg The Tunisian National Dialogue Quartet, fær friðarheiðursløn Nobels í 2015 "for its decisive contribution to the building of a pluralistic democracy in Tunisia in the wake of the Jasmine Revolution of 2011". Til lukku Tunesia! Nú kom sólin bráddliga fram í Havn, eins og hon gjørdi, tá henda fyrra myndin niðanfyri varð tikin í Hammamet í Tunesia fyri tíggju árum síðani. Hin myndin er tikin á Mentanarnáttini í Havn í juni í ár. Til lukku, Mouldi og allir tunesarar í allari verðini!


Í sólarljósinum fyllir Amariel Norðoy 70 ár í dag. Nú er klárt, turt og sólin skínur.


Eftir middag hevur Amariel móttøku í Lambagerði, har hann sýnir fram og fyllir runt. Vit siga til lukku við einum litríkum blómutyssi á stóra degnum.


Í hjallaranum hevur Amariel málarastovu, skutara, bókasavn, steroanlegg og gittara, og uppiá eigur hann besta savn av føroyskari list, tað eg veit um at siga. Steffan Danielsen serliga. Elski hann í stovukrókinum hjá Amariel. Steffan í stovuhorninum.


Ofta havi eg verið saman við Amariel og teimum í gaman og álvara. Her er Felagið, har hann er formaður, í Listaskálanum og Amariel lærir okkum um stramma bygnaðin, flatar, strok, litir og kompositión, í einum ungum málningi hjá Tommy Arge.


Amariel, sum umframt at verða listamálari av kongaliga danska Kunstakademinum, er eisini útbúgvin skipasmiður av Bedingini í Klaksvik. 70 ára dagin hevur hann framsýning í Gallerie Focus heima í Lambagerði 1 í dag og fram til 22. oktober. Myndaevnið eru enn sum áður at vaksa upp millum bátar, skip og trolarar og fólk í øllum aldursbólkum í Klaksvík, har man sum barn upplivdi, at tað var lívsgrundarlagið, bæði útróðurin og langfara fiskarí, ikki minst kring deksbátin Norðan, ið Amariel altíð hevur fatað sum eitt tekin um samanhald. At tú so at siga gróði saman við bátin. Hetta roynir Amariel at lýsa í sínum málningum á ein dramatiskan og lýriskan hátt.


Og í meðan gongur lívið sína gongd kring sjóvarmálan í Havn og í allari verðini. Onkur selur fugl og fisk í Vágsbotni, onkur fer av landinum í heystfrí, og á Kongabrúnni arbeiða tríggir kommunumenn við heitum asfalti millum parkeringsplássið og steinsetta bryggjukantinum, meðan sólin blunkar og skýggini reka skjótt ein fríggjadag seinrapart á heysti í Havn.