12.10.15

Inge Knutsson er deyður 67 ár


Í morgun ger Tóroddur Poulsen vart við, at svenski týðarin Inge Knutsson er deyður, 67 ára gamal. Farin úr tíðini, sum sviar siga.

"Ein norðurlendskur meistari er farin", skrivar Kristianstadsbladet, sum Inge í mangar mátar var partur av, eisini sum mentabloggari.

Mentablaðstjórin Sune Johannesson skrivar leygardagin: ”Hans engagemang stannade inte vid enskilda titlar, i mina ögon var han alltid en förnämlig ambassadör för att föra in litteraturen från till exempel Island och Färöarna till vårt land. Jag ser än idag ingen som språkligt kan konkurrera med honom. En mästare.”

Í september 2013 hitti eg aftur Inge og sonin Esbjörn á bókamessu í Svøríki. Tá tók eg myndina omanfyri. Eins og pápin fæst sonurin við bøkur. Teir hava báðir vitjað í Føroyum og Inge, sum var bókmentafrøðingur, hevur umsett nógv, eisini yrkingar hjá Heðini Klein, til svenskt, sum aftur eru fluttar í enskt mál, m.a. í útgávuni Modern Scandinavian Poetry 1900-1975.

Inge týddi úr íslendskum, føroyskum, norskum og donskum. Sum eingin annar gjørdi hann íslendskar yrkjarar kendar í Svøríki í sjeytiárunum og fram. Hann hevur umsett Einar Már Guðmundsson, Kjartan Fløgstad og Halldór Laxness. Inge var riddari av íslendska Falkinum og í 2008 fekk hann týðaravirðisløn frá Svenska Akademinum. Svenska vinafelagið, Samfundet Sverige-Färöarna, varpaði í 2011 ljósa á føroyska partin av týðarvirkseminum hjá Inge Knutsson.

Ávegis til Týsklands í november í 2013 skrivaði eg soleiðis á bloggin:


 "- Nei, sum verðin er stór, verður sagt í víðagitna ævintyrinum hjá H.C. Andersen um Hin ljóta dunnuungan. Og mamman heldur fyri, at hetta var einki. Tí verðin, hon røkkur langt yvir um urtagarðin, líka yvir í prestbøin. Men har havi eg ongantíð verið, sigur hon við undrandi ungarnar. Men onkuntíð er beint øvut av ævintýrinum, tí verðin verður so lítil, at tú kanst byrgja hana inni í heimliga túninum. Hetta kom mær til hugs, nú vit báðir, Sakaris, fóru umborð á ferjuna millum Puttgarden og Rødby í dag.

Komnir uppá, renna vit okkum í svenska týðaran, Inge Knutsson, (f.1948), sum eg møtti fyri tjúgu árum síðani heima í túninum í Tórsbyrgi, har hann vitjaði Heðin Klein í Rithøvundafelagnum. Hann minnist enn hvørja løtu, tá hann kom innum og hoyrdi Three Cigarettes in an Ashtray við Patsy Cline. Umborð á ferjuni koma vit í prát, og hann flennir so hjartaliga, tá Sakaris sigur, at hann er úr Skopun. Tí, fyri stuttum koyrdi Inge Knutsson runt Sandoynna við einum bónda at síggja seyðahaldið og góða útsýnið, sum allastaðni er í oynni.

Inge býr í Knislinge í Svøríki og arbeiðir sum týðari úr norðurlendskum málum. Hann er útbúgvin í bókmentasøgu, lista- og idésøgu og norðurlendskum máli. Fyrsta týdda bókin var íslendska yrkingasavnið Ord från ett utskär, sum kom í 1974. Hann hevur umsett norðurlendska bókmentavinnaran, Kim Leine Profeterne vid Evighetsfjorden, sum kom út í fjør, og hevur týtt meir enn hundrað bøkur, har meginparturin eru íslendskar, men eisini norskar, danskar og føroyskar.

Verðin er lítil, tá vegir krossast. Eisini umborð á ferjum, ið umframt kafeteriadekk við reyðum pylsum til Rifbjerg, eisini hava tokdekk og bildekk, har øll verðin kemur og fer eftir stuttari løtu, sum var tað Hótel Jörð."


Í kvøld fari eg at spæla sigarettsangin hjá Patsy Cline.

Ærað verið minnið um Inge Knutsson (1948-2015)